Politikkur

Hava børnini og familjan tað gott - hava Føroyar tað gott

...

2019-08-22 16:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Familjan er kjarnin í samfelagnum, tí er neyðugt at samfelagið verður meira barna- og familjuvinarligt.

Vit vilja geva familjuni góðar umstøður og frælsið til at velja barnið og familjuna til, samstundis sum tey varðveita sambandið til arbeiðsmarknaðin.

Danska Børnerådet spurdi í 2012 umleið 1.200 børn í 4. flokki um hvat er tað týdningarmesta fyri eitt gott barnalív. 28% svaraðu familjan, 1% pengar, 1% heilsugóður matur, 9% skúli og útbúgving, 9% vinir, 3% veit ikki og 49% at alt hevði týdning.

Spurd um hvat er tað týdningarmesta fyri at eitt barn hevur tað gott, svaraðu 36% at búgva í einu tryggum heimi og 33% at kenna seg elskaðan.

Hoyra vit børnini, so er tað ongin ivi um, at vit eiga at raðfesta familjuna og møguleikar fyri tryggum heimaumstøðum. Hetta hevur alstóran týdning fyri trivnaðin og menningina hjá barninum og tað góða barnalívið. Vit vilja hoyra børnini!

Vit vita í dag, at tíðin meðan mamman gongur við barninum og fyrstu árini hjá barninum hava sera stóran týdning fyri, at barnið mennir eina góða sálarheilsu og gerst mótstøðuført. Ikki bert í barnaárum, men gjøgnum alt lívið.

Strongd í familjuni ger fyritreytirnar fyri trivnaði, menning og einari góðari sálarheilsu verri.

Hinvegin, so gerst eitt barn sum upplivir tryggleika, kennir seg elskaðan og mennir eitt trygt tilknýtið til sínar umsorganarpersónar, meira mótstøðuført. Hetta mótstøðuførið er ein av grundarsteinunum undir einari góðari sálarheilsu og ger, at barnið, eisini í vaksnamannaárum, í størri mun megnar tær avbjóðingarnar, sum vit øll møta.

Tí hevur tað týdning, at familjan hevur tað gott, og tí raðfesta vit familjuna.

Vit vilja:

  • leingja barsilsfarloyvið til eitt ár við løn

  • endurskoða hámarkið fyri gjald úr barsilsgrunninum

  • at foreldur hava frælsi til sjálvi at avgera, hvussu tey skipa seg í barsilstíðini

  • at foreldur fáa møguleika fyri at arbeiða parttíð við fullari løn, meðan børnini eru smá

  • at peningurin til barnaansing skal fylgja barninum

  • at sethúsabygging verður frítikin fyri mvg, so tað verður lagaligari hjá ungu familjuni at seta búgv



    Fólkaflokkurin raðfestir familjuna, tí tað hevur týdning!



    Vit seta ikki familjuna í veð við at áleggja avgjøld v.m., sum gera tað torførari hjá familjuni at fóta sær.



    Vit vilja, at tað skal løna seg at arbeiða, so familjan hevur meira eftir til seg sjálvan, samtundis, sum vit geva familjuni frælsið til at velja, hvussu tey vilja innrætta seg í samfelagnum.



    Ingvør Justinussen - Valevni fyri Fólkaflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder