2015-12-03 03:33
Vaga.fo: Mánadagin tann 30. november, var hátíðarhald í býráðssalinum hjá Vága kommunu at heiðra John Petersen og John Myllhamar.
John Petersen, arbeiðsmaður hjá kommununi, rundaði tey sjeyti sunnudagin tann 29. november.
John hevur arbeitt fyri kommununa í fleiri ár, hann hevur fyri tað mesta fingist við at koyra lastbil og gravimaskinu og annars røkt amboð og maskinur hjá kommununi.
John hevur eisini tikið sær av kavagrevstri og salting í hálku.
John Myllhamar fór fyri kortum úr starvi. Hann hevur starvast á bingjuplássinum, fyrst í Sandavági og seinni hjá Vága kommunu. John hevur eisini verið gravari og vegleitt fólki, sum hava mist.
Við til hátíðarhaldið vóru arbeiðsmenn og onnur starvsfólk hjá kommununi, har tey nýttu høvið at heilsa uppá John og John.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald