Farnu dagarnar hevur Trump roynt at framt eitt kvett móti amerikanska fólkaræðinum, og nú eggjar hann næstan til borgarakríggj. Hevði tað eydnast, hevði tað havt fatalar fylgjur fyri allan vesturheimin. Men tað ger tað ikki. Í staðin kunnu vit hátíðarhalda, at Trumpisman endar í dag
Taðhevur farnu árini verið eitt sindur trupult at vera millum tey, sum halda, at USA ikki bara er, men eisini skal verða verandi tað stórveldi, sum vit seta okkara álit á í trygdarpolitiskum viðurskiftum.
Trygdar- og verjupolitikkur snýr seg um virði. Og orsøkin til, at USA hevur verið og er tað avgerandi landið í NATO, er ikki bara tann fíggjarliga styrkin. Orsøkin er fyrst og fremst, at USA byggir á tey demokratisku virðini, sum (flest øll) NATO-londini eru grundað á.
Men farnu árini hevur fólkaræði í USA verið undir álopið innanífrá ??? ja, innan úr sjálvum teimum hvítu húsunum. Sjálvnari ímyndini av demokratiska rættarsamfelagnum.
Eftir tað, sum vit hava verið vitni til farnu árini, vóru mong í spáddu, at um Trump tapti valið í november, fór hann ikki at góðtaka úrslitið. Soleiðis bleiv eisini. Men at hann fór so langt, sum hann er farin, hevði fáur væntað. Tað, vit hava sæð farnu vikurnar, hevur verið einki minni enn ein roynd at fremja kvett móti sjálvum fólkaræðinum, og seta tað úr gildi.
Tað avgerandi er kortini, at tað ikki eydnaðist. At demokratisku stovnarnir vóru sterkari enn forsetin. Og tað er júst tað, sum er munurin millum eitt demokrati og eitt diktatur: At skipanin er størri enn nakar persónur.
Trump tapti móti Trump
Hóast tað eftir mínum tykki er ørkymlandi, at Trump fekk fleiri enn 70 milliónir atkvøður í november, so fekk hin kandidaturin altso sjey milliónir fleiri. Og orsøkin var ikki, at Biden var ein sterkur avbjóðari. Hann verður roknaður sum ein hampamaður, men hann er gamal og veikur, og hevur ikki klárað at íbirt nakran eldhuga millum fólk.
Tað var ikki Biden sum vann. Tað var Trump, sum bleiv vrakaður. Tað var Trump, sum tapti ímóti sær sjálvum.
Tað sama gjørdi seg galdandi í Georgia í gjár, tá demokratarnir (sum tað sær út nú), vunnu teir tveir sessirnar í senatinum, sum gera, at teir komandi tvey árini bæði hava ræðið í hvítu húsunum, umboðsmannatinginum og senatinum, og harvið veruliga kunnu fremja nøkur ting.
Valstríðið í Georgia var fullkommiliga dominerað av Trump og hansara grundarleysu ákærum um valsvik. Republikansku valevnini høvdu einki annað val enn at sýna farandi forsetanum treytaleysan stuðul, tí stórur partur av teirra flokki er ikki longur til sum annað enn eitt slag av meinigheit, sum dyrkar Trump.
Og tá fólk á bandaðari samrøðu hoyrdu, hvussu Trump beinleiðis legði trýst á leiðandi fólk fyri at fáa tey at ???finna??? tær atkvøðurnar, sum honum vantaði í Georgia í november, var valið greitt fyri mong: hetta snúði seg um sjálvt fólkaræðið øðrumegin, og Trump hinumegin.
Sannlíkt er, at tað var júst hetta, sum gjørdi, at republikanararnir taptu, og at staturin Georgia, sum í áratíggju hevur verið ein konservativur skansi, nú verður liberalur.
Í gjár og í dag hevur Trump í flammandi talum ??? fullum at lygn og konspiratiónsteorium ??? eggja fólki til at fara út á gøturnar at mótmæla.
Tey, hann vendir sær til, eru m.a. vápnaðir, antidemokratiskir bólkar sum Proud Boys og Boogaloo Boys. Og beint nú ??? í hesi løtu ??? hava nøkur av hansara mest fanatisku viðhaldsfólkum brotið inn í Capitol Hill, har senatið skal góðkenna úrslitið av forsetavalinum.
Víst er tað óhugnaligt. Men hesi fólk vinna ikki.
Fleiri og fleiri leiðandi republikanarar nokta nú at vera við meir. Teir venda Trump bakið.
Tað, vit síggja í kvøld, er deyðskramparnir hjá trumpismuni.
Teir kunnu halda fram í eina tíð.
Men hesi fólk vinna ikki.
Rættarskipanin og fólkaræðið vinna.
Flokkur á kjørbreyt
Moderatir republikanarar, sum ikki eru partur av teirri sekterisku persónsdyrkanini av Trump, sum er skapt farnu árini, eru rasandi.
Tí hvat skal flokkurin gera nú? Skal semi-religiøsa dyrkanin av Donald Trump halda fram í vónini um, at hann kann vinna næsta val? Tað er neyvan ein gongd leið.
Men hvør onnur leið er møgulig?
Ein flokkur, sum er byggir á eina hugsjón, tolir væl, at leiðarin verður skiftur út. Men ein flokkur, sum byggir á persónsdyrking, tolir ikki, at persónur, sum verður dyrkaður, hvørvur.
Hervið er ikki sagt, at eingin politikkur er rikin farnu árini. Men tað er týðuligt, at tað, fólk taka støðu til, ikki er politikkurin. Tað er tann kontroversielli forsetin, sumi fýra ár hevur dyrkað flokkadrátt, split og happing, og hevur sett grundleggjandi demokratiskar spælireglur til viks.
Eg havi sjálvur verið til eitt sokallað ???Trump-rally???. Har bleiv ikki eitt orð sagt um politikk. Tað var ein rein og skær dyrkan av persóninum Donald Trump.
Bæði forsetavalið og valið í Georgia vóru í veruleikanum fólkaatkvøður um Trump. Og hann tapti bæði.
Republikanski flokkurin situr á eini kjørbreyt. Antin enduruppfinnur hann seg sjálvan ??? ella heldur hann fram við at dyrka Trump, og rennir seg sjálvan heilt útav.
Sjúrður Skaale
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald