Politikkur

Har sum skriðan er lopin...

...

2019-08-25 20:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tá ið eg líti aftur á valskeiðið, sum nú er um at endað, so verði eg keddur.

Vit hava hesi árini í bestu tíðum havt eitt stýri, sum miðvíst hevur havt sum mál at kollvelta samfelagið.

Tey brúka eitt fitt, men tó einkisigandi orð sum ???tíðarhóskandi??? og fáa tað at ljóða so tilforlátiligt.

Men tað, sum býr aftanfyri og liggur í hesum hugtakinum, ???tíðarhóskandi???, er, sum eg dugi at síggja tað ??? at tey vilja sekulariserað ella verðsliggera samfelagið soleiðis, at tað, sum ber merki av kristindómi og okkara fedranna siðaarvi, skal lúkast burtur úr føroyskari lóggávu.

Hetta er ongantíð áður hent í Føroya søgu!

Legg merki til, at hesi somu fólkini ganga øgiliga nógv uppí og tosa nógv um at fyribyrgja dálking, tey tosa um veðurlagsbroytingar, og at vit skulu verða grøn. Og ikki at tala um, tá ið tað kemur til at liva sunt!

Men sjálv hava tey framt størstu mentalu dálking nakrantíð á Føroya landi!

Ongantíð áður er lóggivið soleiðis beint ímóti tí, sum sjálvur skaparin hevur ásett.

Eg hugsi um hjúnabandslógina og hjúnabandið, sum nú er gjørt kynsneutralt ??? og um avleiðingar av tí. Hjúnabandið, sum er gudgivið og altíð bara hevur verið millum mann og konu.

Tað vóru fýra kvinnur, sum løgdu málið fram ??? og fleiri av monnunum í samgonguni, sum ivaleyst ikki høvdu ætlað sær at atkvøtt fyri hesum, hoknaðu til endan undir trýstinum frá einstaklingum í samgonguni ??? og ikki minst frá Føroya løgmanni.

Og við sjálvum løgmanni, Axel Johannesen, á odda, sum átti at verið fremsti verji kirkjunnar, og landsstýriskvinnuni í kirkjumálum, Rigmor Dam, trumfaðu tey hetta ígjøgnum Løgtingið, og yvirrulaðu fólkakirkjuna og eisini fríkirkjur og samkomur og lóggóvu ímóti viljanum hjá øllum tí kirkjuliga baklandinum ??? enntá heilt inn í kirkjuna.

Hetta er álvarsamt! Her bleiv ein avtala við kirkjuna brotin! Ein óskrivað avtala um, at allar broytingar í kirkjulógum skulu koma frá kirkjuni sjálvari!

Og biskupur Føroya, sum royndi at tala at, bleiv orsakað av hesum noyddur at steðga signingini av borgarliga giftum í kirkjuni og somuleiðis arbeiðinum við nýggjari ritualbók, sum var komið væl áleiðis.

Hetta er tann nakni veruleiki!

Vit hava hesi seinastu fýra árini havt eitt politiskt stýri, sum fyrst hevur sett seg oman fyri skaparan ??? og harnæst oman fyri biskup, dómpróst, prestafelag, kirkjuráð og allar aðrar kirkju- og samkomuleiðarar.

Og løgmaður fór longri enn so. Fyri at fáa málið at glíða lættari ígjøgnum tingið og soleiðis sleppa undan at fara í Fólkatingið aftur við hjúnabandsmálinum (har málið møguliga hevði steðgað) gjørdi løgmaður tað ódámligu og ivasomu gerð, at hann bara tulkaði grein 14, stk. 2 í hjúnabandslógini at vera yvirtikna.

Alt tað politiska systemið, eisini løgmaður sjálvur og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevði til tá sagt, at hetta var danskt málsøki. Og niðurstøðan hjá meirilutanum í landsstýrismálanevndini var tann sama, málið var ikki yvirtikið ??? og løgmaður hevði ikki heimild at gera hetta!

Samgongulimir vórðu eisini trýstir til at atkvøða málið ígjøgnum í tinginum.

Vit minnast, hvussu Heðin Mortensen varð noyddur at atkvøða ímóti sínum egna uppskoti um fólkaatkvøðu. Og tá ið málið so kom til 3. viðgerð, var eingin ryggur í honum, og hann rýmdi av landinum.

Á henda merkiliga og sera ivasama hátt kom málið skinklandi ígjøgnum tingið!

Fleiri aðrar løgnar detaljur eru í hesum málinum, og eg tori at siga, at málið bleiv lirkað ígjøgnum Løgtingið, og einki annað mál hevði farið ígjøgnum upp á henda mátan!

Tað, sum ikki er minni óhugnaligt, er, at Kringvarp Føroya ongantíð í allari hesari prosessini, sum hevur vart nærum alt valskeiðið, hevur viðgjørt hesi málini og detaljurnar í teimum ??? ongantíð!

Hetta var fyrsta skriðan, sum leyp!

Síðani kom ættleiðingarlógin!

Tjóðveldiskonan, Sirið Stenberg, umsetti nú ta donsku ættleiðingarlógina (sjálvandi ta donsku) til føroyskt og koyrdi hana ígjøgnum tingið ??? við tí úrsliti, at vit nú hava eina danska lóg í gildi á vánaligum føroyskum, sum heimilar, at tvey av sama kyni, tveir menn ella tvær kvinnur, sum liva saman ??? líkamikið um tey eru ???gift??? ella ikki ??? fáa loyvi at ættleiða børn! Hugsið tykkum!

Tey siga, at hetta eru rættindi, sum hesir menninir ella hesar kvinnurnar mugu hava! Men hvat við rættindunum hjá børnunum? Tað tosa hesir flokkarnir als ikki um! ??? Tey áttu at vitað, at sambært barnarættindasáttmálanum hjá ST hava øll børn rætt til bæði ein faðir og eina móður!

Hetta var onnur skriðan, sum leyp! Og kollveltingin helt fram!

Tað næsta, sum kom, vóru tey kynsneutralu oyðubløðini ella blankettirnar. Orsakað av tí kynsneutralu hjúnabandslógini máttu nú gerast nýggj útfyllingarbløð í samband við giftarmál, og so ófatiligt tað enn ljóðar, blivu heitini ???maður??? og ???kona??? beind burtur og strikað av vígslubrævinum, og í hjúnabandsbókini, har hjúnini skrivað undir, stendur nú ikki longur ???kvinnan??? og ???maðurin???, men ???maki 1??? og ???maki 2???.

Hetta var triðja skriðan, sum leyp! Og tey skammast ikki!

Og so var tað lógin um dupultan ríkisborgararætt, sum varð samtykt í vár. Har fekk løgmaður tað nýgjørda orðið og fremmanda hugtakið, ???sammóðir??? (medmoder), inn í føroyska lóggávu, tí at danskarar søgdu, at júst sama orðing mátti vera í tí føroysku sum tí donsku lógini. Og Tjóðveldi segði einki, heldur ikki Kringvarpið ??? hetta var jú politiskt korrekt!

Henda orðingin, ???sammóðir??? fer uttan iva at leggja trýst á framtíðar føroyskar politikarar at seta hesa skipanina í gildi við ???sammóður??? (medmoder), sum er eitt framhald av tí avkristningarkollvelting, sum er farin fram í londunum rundan um okkum, og sum verandi samgonguflokkar eisini hava ført okkara kæra móðurland útí.

Hetta var fjórða skriðan, sum leyp.

Og hvat verður tað næsta?

Jú, í Løgtinginum liggur eitt óhugnaligt lógaruppskot um løgfrøðiligt kynsskifti, og tað verður uttan iva tað næsta, sum skal ígjøgnum, koma hesir flokkarnir til aftur. Tað eri eg sannførdur um!

Tey søgdu, tá ið tey komu til valdið í 2015, at vit skuldu fáa eitt ???tíðarhóskandi??? samfelag. Og legg merki til, hvat tað var, sum var ???tíðarhóskandi???.

Jú, tað var hetta: At gera seg inn á sjálva grundeindina í samfelagnum ??? hjúnabandið millum mann og konu, ið er, fyri at sitera bisp, ???ankrað í skapanarsøguni og nemur Guds leiklut í skapan og verki, upphavi lívsins.???

Hvør var tað, sum bað um hesa kollveltingina?

Var tað Føroya fólk, sum kravdi hetta?

Nei, als ikki! Tað var ein lítil elita ??? Og serliga vóru tað kvinnurnar í Javnaði, Tjóðveldi og Framsókn saman við løgmanni, væl hjálpt av fjølmiðlunum, sum við øllum møguligum og ómøguligum snildum pressaðu hesi heilt nýggju virðini niður yvir Føroya fólk!

Men legg merki til! Føroya fólk tordu tey ikki at spyrja.

Høgni Hoydal, sum á Løgtingsins røðarapalli høgt og heilagt lovaði, at tá ið hann kom til, skuldi ein minniluti á tingi kunna fáa mál til fólkaatkvøðu ??? hann leyp frá sínum lyfti, sjálvt um helmingurin av Løgtinginum, sekstan av teimum 33 tingmonnunum, ynsktu hetta.

Nei! ??ll henda kollveltingin varð marknaðarførd sum ein sjálvfylgja, sum ein opinbering, ið stóð oman fyri alla diskussión. Ja, oman fyri skaparan, oman fyri biskup og kirkjurnar og oman fyri fólkið! Tað skuldi bara vera soleiðis. Punktum!

Og hvar standa vit so í dag?

Jú, tær Føroyar, sum vit hava kent, fara at hvørva! Vit fáa onnur virði í staðin fyri tey gomlu.

Men hvat er tað, sum hvørvur? Og hvat er tað nýggja, sum kemur inn?

Tað, sum hvørvur, er okkara siðaarvur, tann gamla mentanin, tey gomlu tjóðskaparvirðini og hugsunarhátturin hjá okkara forfedrum, har grundarlagið var virðingin fyri einari hægri makt. Alt, sum vit forbinda við tað serføroyska, eisini kristindómurin, fer at verða trýst út í ein krók!

Inn kemur multikulturur, altjóðagering og ein globalur hugsunarháttur. Mannarættindini verða tann nýggja religiónin í tí sekulera statinum.

Vit hava eisini hoyrt tað í valstríðnum frá fleiri síðum og ikki minst frá Framsókn. Vit skulu hava fría fosturtøku. Halgidagslógin skal avtakast, og øl og vín skal út í handlarnar.

Hetta er ein miðvís ætlan um at lúka alt, sum ber brá av virðing fyri siðaarvinum, burtur út lóggávuni.

Tað verður so skjótt, at fólkaskúlin, sum skal byggja á kristna grund, fer at standa fyri skotum.

Eg havi mangan siterað úr eini røðu hjá Sverra Patursson, bróðir Jóannes, bónda í Kirkjubø, har hann m.a. segði hetta:

???Lívið hjá eini mannfjøld kann ikki verða trygt, uttan hon kennir á sær, at aftan fyri alt er ein stjórnandi høvuðsmegi. Og eitt fólk, sum ikki er lóglýðugt, smokkar skjótt moralskt niðurundir. Eitt mannfelag, sum ikki roynir at skilja millum, hvat ið er rætt, og hvat ið ikki er rætt, verður andliga brekað.???

Eg skrivi hetta ikki, tí at havi nakað ímóti nøkrum menniskjum, og als ikki teimum, sum kenna seg drigin at sínum egna kyni.

Men vit hava sæð, hvønn veg tað ber, hetta valskeiðið, og eg vil fegin ávara ímóti hesi gongdini, har lagt verður upp til, at vit seta førningin av okkum ístaðin fyri at geva komandi ættarliðum viðførið at bera longur fram á vegin, sum Heðin Brú tekur til.

Eg ávari ímóti hesi kynsneutralu ideologiini, sum bara førir okkum longri og longri út, har vit ikki grynna. Og eg eri sannførdur um, at sleppa verandi flokkar at halda fram, fer skilið at standa við og versna!

Latið okkum tí geva teimum durafjórðingin!

Til seinast vil eg siga, at eg eri glaður um, at allur Fólkaflokkurin atkvøddi samdur ímóti øllum hesum uppskotunum, sum eg havi nevnt omanfyri!

Verði eg afturvaldur, fari eg at halda fram at stríðast, tí hesum kavabólturin, sum er farin á rull, fær bara meira og meira ferð ??? og er skaðiligur fyri samfelagið ??? serliga fyri tað unga ættarliðið, tey veikastu í samfelagnum og okkara kæru børn og barnabørn!

???Høgt er harraboð, men hægri er Guds boð???!

Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður og valevni FólkafloksinsHAR SUM EIN SKRIÐAN ER LOPIN ...

Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður og valevni Fólkafloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder