JN

Hans Tóri Kalsoy vann lutakastið um 12.500 krónur.

...

2019-12-12 18:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Havstovan.fo:

Hósdagin 12. desembur 2019 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, sum lata inn fiskamerkir inn til Havstovuna.

Vinnarin í ár gjørdist Hans Tóri Kalsoy frá P/F Bátafisk á Eiði.

Toskurin við vinnandi merkinum varð merktur tann 14. oktber 2016 á: 62°26N - 07°23,6W og varð fingin aftur við línu á nærum sama staðið: 62°20,38N - 07°36,68W tann: 18. juni 2019.

Hetta tíðarskeiði á áleið 2½ ár vaks toskurin 11 cm.

Lutakastið varð hildið á Vinnuháskúlanum í Nóatúni í Havn. Petur Steingrund greiddi í stuttum frá um ferðingarmynstrið hjá toski.

Egil Joensen tók tann vinnandi seðilin, meðan Jákup Danielsen frá Landsgrannskoðanini helt eyga við, at lutakastið fór framm á rættan hátt.

Havstovan takkar Vinnuháskúlanum og ynskir Hans Tóra tillukku við vinninginum.

Eisini vil Havstovan nýta høvi at takka øllum teimum, sum lata inn fiskamerkir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder