2019-03-17 08:01
Havnar Framburðsfelag, valfelag Fólkafloksins í Suðurstreymi, hevur havt aðalfund, har nevnd var vald og nevndin hevur nú skipað seg.
Hans Joensen, sum hevur verið formaður síðan 2017, var afturvaldur til formann. Ingvør Justinussen var vald til peningarøkil. Hini í nevndini eru Rói Poulsen, Jógvan Thomsen og ??li Breckmann. Sum varðalimir, vóru vald Joan Samuelsen og Helgi D Michelsen.
Nýggja nevndin hevur sett full segl fram móti komandi løgtingsvalið. Felagið hevur havt 1. uppstillingarfund og 2. uppstillingarfundur verður í næstum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald