2019-07-08 19:10
Hans Andrias er 50 ára gamal og útbúgvin skipari av Føroya Sjómanskúla. Hann keypti sær skip sum 22 ára gamal og hevur verið skipari, reiðari og forstjóri í THOR samtakinum í sløk 30 ár. Hann hevur verið virkin innan fiski- og frálandavinnu hesi árini. Hann hevur myndað nýðhugsan innan hesar vinnugreinir og tora at traðkað fram, tá tað hevur verið brúk fyri hansara hugsan í samfelagnum.
Hans Andrias er ættaður úr Hósvík, er búsitandi í Hoyvík og er giftur við Súsonnu, ið er ættað úr Nólsoy.Súsanna er útbúgvin speditørur og starvast eisini hjá THOR.
Tey eiga 5 børn bæði og eru ein hugnalig, dámlig familja.
Hvat er tað, ið dregur Hans Andrias at stilla upp til løgtingsval? Her sigur hann, at tað er sera umráðandi, at tingfólki umboðar ein breiðan skara av øllum føroya fólki. Hann heldur tað vera mangul uppá vinnulívsfólk innan tinggáttina.
Neyðugar broytingar til fólki at frama
Míni hjartamál eru:
??? Ein sunnur fíggjarpolitikkur, ið skal koma fólkinum til góðar. Vit skulu fáa frískan pening inn til landið og hesin skal vera umsitin við skynsemi.
??? At 1/2 av útflutninginum verður útvegaður av øðrum vinnugreinum enn høvuðsvinnuni. Hetta skulu vera karmarnir fyri, at Føroyar kunnu føra ein konjunkturútjavnandi fíggjar- og vinnupolitikk.
??? At viðvirka til nýhugsan á orkuøkinum, sum er blivin ein heimsumfatandi avbjóðing fyri okkum øll og komandi ættarlið.
??? At vit sum vælferðarsamfelag skulu røkka út til øll. Tá neyðugu broytingarnar á fíggjarpolitiska pallinum eru framdar og hvør króna við umhugsni er avsett eru karmarnir lagdir, at røkka út til øll í landinum.
??? Fjølbroytni ríkar samfelagið, bæði tá hugsað verður um fólk og vinnu. Tað er brúk - og skal vera pláss fyri øllum fólkabólkum her á landi - Saman standa vit sterkast og tí vil eg virka fyri, at øll skulu hava møguleika, har felagsskapurin um Føroyar er grundarsteinurin.
- Ein stemma til mín, gevur aftursvar til skilagóðan politikk fyri Føroya land, sigur Hans Andrias Kelduberg at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald