Mentan

Hanni Julius Bjartalíð í Gamla Seglhúsinum

...

2019-05-13 15:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sunnudagin 12. mai 2019, lat upp framsýning við verkum eftir Hanni Julius Bjartalíð í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Talan er um 23 verk umframt steinprent, sum listamaðurin hegnisliga hevur framleitt.

Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til 30. juni 2019 og er opin soleiðis:

Mánadag til fríggjadag: 14:00 til 17:00

Sunnudag: 14:00 til 18:00

Oggi Lamhauge helt røðu fyri listamanninum og er hon prenta niðanfyri:

Góði Hanni,

Veturin er um at sleppa taki sínum, várið er komið og summarið er í nánd. Minnist serligu kensluna, tá eg kom heim til Føroya eftir lokið skúlaár, uttanlendis. - Sá tað vakra veðri, sum varð tað fyrstu ferð eg sá, og tað vøkru náttúruna við sínum ljósi, litum og flora. Kanska hevur tú tað somu kensluna, nu tú kemur heim í arbeiðsørindum eftir drúgva tíð í Finnlandi har tú arbeiðir og búleikast. Tú ert uppvaksin í Klaksvík og vit báðir hava felags ættarbond úr Lamba, sum fleiri onnur í Klaksvík. Tað eru nevniliga sterk ættarbond millum Bjartalíð og Lamhauge familjurnar, so vit eru heilt víst skyldfólk.

Hanni Bjartalíð er ein ótroyttiligur granskari av teimum óteljandi møguleikum í myndlistini. Hann teknar og hevur á sín heilt serstaka- og skemtuliga hátt myndprýtt barnabøkur, har ein sum lesari kann flenna, ???í kýki???, saman við børnunum. Hann vann í hesum sambandi Barnabókavirðisløn Tórshavnar Kommunu í 2008. Kann í sama viðfangi líka viðmerkja, at hann eisini hevur týtt onkra barnabók til Føroyskt.

Hanni Bjartalíð málar málningar á lørift, men gevst ikki har. Hann flytur málningin av løriftinum og nýtir ymiskt ???funnið??? tilfar, við ymsum skapi og stødd - í trývídd, sum flatmynd ella relief. Tilfarið hevur týdning og listamaðurin sær í skapanartilgongdini møguleikarnar í tí hann finnur. Skapið, sum er ymiskt, breidd, longd og tjúktir, ið eru ymiskar og struktururin í tilfarinum (sum serliga er timbur), er ymiskur. Alt hetta setir listamaðurin saman við lími og smáum naglum í sniðfundigum samansetingum til sína egnu og serligu eind.

Fór mær ein túr oman í Steinprent á Skálatrø í gjár fyri, at hyggja eftir listaverkum hjá Hanna. Har vóru nógv verk eftir listamannin. Træskurða- verk gjørd úr plattaviði, menn ella figurðar skornir við umhugsni og nærlægni. Litfagrar flatmyndir arbeiddar í fleiri løgum - eina málaða grundflatu (ella bakgrund) og álímaðum strimlum við málaðum íløtum, ella krukkum, í ymiskum klárum litum, í forgrundini. Alt við einari koloristiskari dygd, sum í litafatan kann samanberast við myndirnar hjá eitt nú Zakarias Heinesen. Eisini vóru arkitektoniskar konstruktiónir í skapi av rúmi, skúrum ella húsum (vit kunnu hugsa um eina kiosk, grillbarr, ella eitt amerikanskt strandhus, v.m) settar saman av ymiskum trælistum og málaðar einlittar, ella í fleiri litum. Har eru ikki bara beinar linjur, í hesum rúmum, men eisini tær bendu, ið geva konstruktiónini spenning og lív. Ein greið tilsipan til tað arkitektoniska uttara rúmið og eisini til tað innarliga hugsanarliga og kensluliga rúmi, sum tengist okkum menniskjum við okkara dygdum og lýti.

Seinastu ferð eg hitti listamannin, varð til eina serframsýning á Listasavni Føroya í 2012. Har hjálpti eg listamanninum, at seta framsýning hansara upp, sum eitt slag av hándlangara ella umboð savnsins. Eg legði merki til, at listamaðurin arbeiddi støðugt í eini áhaldandi tilgongd (prosess) og legði stóran dent á smálutirnar hann límaði á verk síni. Savnsstjórin legði mær eina við, at halda tíðarfreistina og listamaðurin arbeiddi stútt og støðugt við verkum sínum. Ímillum teirra gekk eg, hálva vegna við nervum og hugsaði um hendan framsýningin nú mundi gerast klár til ferniseringina, ella ikki. Líka mikið, vit fingu eina góða framsýning. Hanni greiddi mær frá, meðan vit arbeiddu, at hann og sonurin plagdu at savna rakettir ella pinnarnar á rakettum aftaná nýggjárshaldið. Hesar somu pinnarnar brúkti hann í list síni. Hetta er ein vakur tanki og saman við øðrum ???funnum??? tilfari, sum hvørt sær hevur sína søgu við sær, umskapast til annan veruleika í listarligum hami.

Trúgvi ikki, at tað í skapanartilgongdini hevur so stóran týdning fyri listamannin, hvørt tað hann fæst við kann kallast list ella ikki. Tað, sum hevur týdning er tilgongdin og nærveran av tilfarinum og tilfarsgranskingin - saman við tí sansaliga og leikandi útrykkinum.

Kinna Poulsen hugleiðir um verkini hjá Hanna Bjartalíð í bóklinginum til serframsýning listamannsins á Listasavni Føroya 2012.

Av tí at myndirnar ofta havi verið smáar, og at myndamálið tykist barnsligt, eru tær ofta hildnar at vera skemtiligar, elskuligar og kanska enntá naivar. Í veruleikanum hevur hetta einki við naivismu at gera. Listamaðurin hevur tilvitað valt eitt myndamál, ið er merkt av einfeldi og spontaniteti, sum eru náttúrligir eginleikar hjá børnum, tá tey tekna. Figurtekningin er einføld, men effektiv - tað er skjótt at lesa av, hvat gongur fyri seg í myndunum.

Tað er sostatt ein ógvuliga fjølbroyttur og poetiskur listamaður við ógvuliga høgum morali, vit hava framman fyri okkum. Ein samtíðar listamaður við egnum altjóða myndamáli, ið ikki beinleiði tengist tí hevdbundnu føroyskari listini.

Hjartaliga tillukku við framsýningini, Hanni Bjartalíð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder