Mikudagin 5. august 2015 verður Hanna Joensen 100 ár. Hanna, doypt Kaja Johanna Sofía, er fødd 5. august 1915 í Mykinesi. Foreldrini vóru Santus Joensen og Katrina, fødd Jacobsen, bæði úr Mykinesi. Santus var sjómaður og Katrina ljósmóðir. Ein stóran part av sínum langa lívi hevur Hanna búð í Mykinesi.
Hanna er elst av trimum systrum og einasta, sum livir eftir. Miðlingasystirin Maja varð fødd í 1916 og doyði í 2012 og tann yngsta Hilda varð fødd í 1917 og doyði í 2003.
Tá Hanna vaks upp í Mykinesi, stóð bygdin í fagrasta blóma og har búðu gott 180 fólk. Í skúlanum vóru 30 børn, og í bygdini var eitt virkið ungdómslív. Lærari var Poul Petersen; hann og konan Elinborg høvdu ymisk skeið fyri ungdóminum um veturin.
Tá Hanna er 8 ára gomul, fer mamman niður til Keypmannahavnar at lesa til jarðamóður ??? útbúgvingin tók tá eitt ár. Tað var ein tung løta - sum Hanna ofta hevur á munni - tá systrarnar stóðu niðri í Fjøru og søgdu mammuni farvæl. Tá var ikki tað sama samskiftið, sum er í dag, men mest brævaskifti ella telegrammir. Meðan mamman var í Keypmannahavn, fóru Hanna og Hilda oman í Handanástovuna at vera hjá mammubeiggjanum Heina og ommuni Karin Sofíu. Hanna tosar ofta um, hvussu gott tær báðar høvdu tað í Handanástovuni, og hvussu góð mammubeiggin og omman vóru við tær, men tær longdust illa. Maja, miðlingasystirin, fór til Vestmanna at vera hjá mostrini, Magdalenu, sum var gift við Axel Haraldsen.Ein tann besta løtan hjá Honnu, sum hon ofta plagar at fortelja um, var, tá mamman kom aftur úr Danmark aftan á lokna útbúgving. Hon gloymir ongantíð, hvussu glað hon var at síggja mammu sína aftur og hon minnist enn, hvørjum kjóla mamman var í.
Tað var gott at vaksa upp á útoyggj í 1920unum, sjálvt um Mykines lá eitt sindur meira avsíðis, tá Hanna vaks upp, enn tað ger í dag, nú tyrlusamband er til oynna alt árið.
Í 1945 fór Hanna á húsarhaldsskeið hjá Franciskanarsystrunum í Havn í tríggjar mánaðar. Hetta er ein tíð, sum Hanna ofta tosar um og minnist afturá við gleði. Hon fekk eisini sera gott viðmæli. Fyristøðukvinnan skrivar m.a. soleiðis:
??? Hanna er en særdeles flittig og opmærksom Elev, som med udmærket Resultat har fulgt saavel den praktiske som teoretiske Del af undervisningen. Frøken Hanna Joensen, der desuden er et opvakt og elskværdigt Menneske, medgives vor bedste Anbefaling.???
Ja, tað handaliga arbeiði hevur altíð ligið væl fyri hjá Honnu: at seyma, brodera, binda og hekla. Væl dugdi hon eisini at gera mat og baka. Bókin við uppskriftum, sum hon brúkti hjá Franciskanarsystrunum, er til enn. Eitt, sum eyðkennir Hannu, er, at hon var altíð fús at hjálpa og læra frá sær. Væl dámdi henni at taka slakt upp, royta lundar, hoyggja, ansa børnum ella hjálpa til í húsinum. Hon sat ongantíð fyri onki.
Flúgvarin datt niður í Mykinesi í 1971. Tá var Hanna røsk at hjálpa til og at vera hjástødd um tey, sum komu inn at vera úti á Lið. Enn koma fólk inn at vitja Honnu og takka fyri ta góðu hjálp og umsorgan og tann góða blíðskap, tey nutu inni hjá teimum.
Pápi Hannu doyði í 1956, og Hanna og mamman sótu síðan tværeinar í húsunum úti á Lið til 1976. Tá fluttu tær báðar til Havnar at búgva hjá systrini Hildu og manni hennara Ísak í Hornabø. Katrina, mamma Honnu doyði í 1983 - 93 ára gomul, og hon var klár til tað síðsta.
Hanna treivst so sera væl í Havn ??? hon flutti ikki vestur aftur til Mykinesar. Saman við systrini Hildu fekk hon vaskiarbeiði á Landsbókasavninum, og vaskaðu tær har í mong ár.
Húsini í Mykinesi stóðu sum, tá tær fóru frá teimum í 1976. Tá ið tyrlusambandið kom, fegnaðust tey, og ferðaðust tíðum útaftur. Men tá summarið nærkaðist vildi Hanna vestur aftur at verða um teir, sum fóru at fleyga lunda. Um heystið, tá ið slaktið skuldi takast upp, livdi hon mitt í verðini.
Hanna hevur ikki verið í Mykinesi aftur síðani 2001. Eftir at systirin doyði í 2003 flutti hon eitt skifti til systurdóttrina í Danmark, men longdist aftur til Føroyar. Síðan var hon eitt skifti aftur í Havn hjá systursoninum, til hon í 2006 flutti vestur á Ellisheimið á Sýnini at búgva.
Tað untist ikki Honnu at fáa børn, men hon er barngóð sum fáur. Tann kærleiki, sum hon hevur givið sínum systrabørnum og teirra børnum, er so stórur sum ikki kann sigast frá.
Hanna er glað at vera komin á Sýnina at vera. Ofta tekur hon til, hvussu gott hon hevur tað, og hvussu góð starvsfólkini eru við hana. Hanna gleðist um alt, sum er vakurt, hvørt tað er klæðir ella smykkur. Tú fært altíð eitt gott orð frá Honnu, tá tú kemur inn til hana. Tikið verður ofta til millum starvsfólkið á Sýnini: Er onkur tungur í huga, so er at fara inn til Honnu. Har fært tú at vita, hvussu fitt og vøkur tú ert. So er sjálvsálitið í topp aftur. Hanna er løtt av sinni, hóast høga aldurin. Eyguni er farin eitt sindur og hon hoyrir illa. Tíverri hevur hon ikki vant seg við hoyrihjálp, og av tí sama lurtar hon ikki longur eftir útvarpinum, men hon er púra klár. Hóast hon ikki er leingi uppi hvønn dag, keðir hon seg ikki. Hon fyllir tíðina og rúmini á Sýnini við sínum sangi. Hon dugir sera væl gamlar føroyskar og danskar sangir og sálmar. Mong er tey skriftstøð úr Bíblinuni, hon dugir uttanat.
Tað er altíð stuttligt at koma at vitja Honnu. Hon hevur nógvar upplivingar, sum hon plagar at siga frá, og hon sigur altíð, at tíðin í Mykinesi var ein so góð tíð.
100 ára føðingardagurin hjá Honnu verður hildin á Sýnini í Miðvági frá kl.15 ??? kl.17.
Steingrim Abrahamsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald