Ítróttur

Aron hevur verið bergtakandi

Aron Benjaminsen úr Víkingi var greiði vinnarin, tá atkvøðurnar fyri besta spælara í MeistaraDeildini hjá monnum í mai mánað vóru taldar saman

Aron Benjaminsen og Bergur Højgaard frá Bygma Balslev - Mynd: Hans Erik Danielsen

Aron Benjaminsen og Bergur Højgaard frá Bygma Balslev - Mynd: Hans Erik Danielsen

2026-06-14 22:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Við sínum snúgvu vendingum, framúr bóltførleika og neyva skoti hevur Aron Benjaminsen úr Víkingi veruliga sett dám á føroyskan fótbólt. Og leygardagin varð ungi bóltsnillingurin av Strondum – ið er sonur landsliðslegenduna, Fróða Benjaminsen – eisini heiðraður sum besti spælari í MeistaraDeildini hjá monnum í mai 2026.

– Hetta er ein góður heiður at fáa, og eg eri sjálvandi sera fegin um viðurkenningina. Tað hevur gingið væl seinastu dystirnar, og eg haldi eisini, at spælið hjá okkum riggar betur nú. Men tað er framvegis langt á mál, og einki kemur av sær sjálvum – vit mugu arbeiða hart hvønn dyst, sigur Aron Benjaminsen við heimasíðuna hjá FSF.

Aron gjørdi eisini vart við seg á Dungasandi leygardagin, tá hann skoraði eitt av málunum hjá Víkingi í 3-2 sigrinum á 07 Vestur.

Tað var Bergur Højgaard, umboðandi Bygma Balslev, sum vegna Fótbóltssamband Føroya handaði Aroni Benjaminsen eitt gávubræv og eitt heiðurstekin sum prógv upp á heiðurin.

Átakið “besti spælari í hvørjum mánaði” er í samstarvi við Bygma Balslev, Føroya Tele og Atlantic Airways.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder