Mentan

Hann virðir hin einstaka

...

2021-03-15 10:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hetta er ikki ein andakt ella prædika, men eitt evni um menniskjavirði, sum er bygt á brot úr evangeliinum eftir Matteusi:

???Men tá ið hann sá mannamúgvurnar, tókti honum stórliga synd í teimum, tí at tær vóru illa viðfarnar og vanrøktaðar rætt sum seyðir, ið ongan hirða hava. Tá sigur hann við lærusveinar sínar: »Akurskurðurin er mikil, men arbeiðismenninir eru fáir. Biðið tí hann, sum akurskurðin eigur, at hann vil senda út arbeiðisfólk at heysta inn skurðin.«Og hann kallaði til sín teir tólv lærusveinar sínar og gav teimum vald á hinum óreinu andunum, at reka teir út og at grøða hvørja sjúku og hvørja ilsku. Men hesi eru nøvnini á teimum tólv ápostlunum: Fyrstur Símun, ið kallast Pætur, og Andrias, bróðir hansara, og Jákup, sonur Sebedeusar, og Jóhannes, bróðir hansara. Filippus og Bartolomeus, Tummas og Matteus, tollarin, Jákup, sonur Alfeusar, og Taddeus; Símun Kánanearin og Judas Iskarjot, hin sami, ið sveik hann.Hesar tólv sendi Jesus út.???

Tá ið Jesus sá mannamúgvurnar, tá ið hann sá menniskjuni. Heimurin treingir til menniskju, sum síggja og hava visjónir. Guð treingir til menniskju, sum síggja. Kirkjan treingir til menniskju, sum síggja, tað gevur meining og ger lívið til lív. Jesus sá menniskju, men tá ið hann sá tey, sá hann tey sum seyðir uttan hirða, illa viðfarin og hjálparleys. Tey fólk vit treingja til í dag, eru slík, sum hava eitt rætt sýn uppá menniskja. Tí hvat er eitt menniskja vert? Tað er stóri trupli spurningurin. Hvat virði hava í dag tey bløðandi í Myanmar, í Sýria og aðrastaðni, har kríggj og mannajagstran fer fram? Hvat virði høvdu jødar undir seinna heimsbardaga? Hvat virði hevur eitt lítið barn í móðurlívi, sum ikki sleppur at liva? Hvat virði er í teimum, sum fødd eru uttan armar ella bein, einum fullkomuliga hjálparleysum mannabarni? Tað er menniskja tað snýr seg um, segði Jesus ??? ikki menniskja sum vit sortera og vurdera eftir førleikum, útsjónd, lærdómi, aldri, men menniskja soleiðis sum Jesus sær tað.

Í gomlum døgum, tá ið fólk settu eplir niður, tað var galdandi bæði í Føroyum og øðrum londum, tá skóru fólk ofta setepli sundur í helvt, ja, onkur skar tað í fjórðingar, bara tað var eitt petti av nálini eftir. (tey spardu, tí tey høvdu ikki so nógv sum vit hava.) Men tá ið tikið var upp á heystardegi, var ikki foldað við 8 hálvum eplum ella 10 fjórðings eplum, men har lógu nýggj rund epli undir bøkkinum; gamla móðurepli var deytt og farið. Í Guðs ríki vera øll tey menniskjuni, sum bara hava hálvan førleika, øll, sum bara hava fjórðings førleika, heil og fullkomin menniskju. Tað ræður um at síggja menniskja við Jesu eygum.

Sjálvsagt ber eisini til at venda øllum hesum bakið, við at knýta seg so fast at matrialsimuni og tøknini, at ein einki sær. Og tað er satt, at eitt menniskja er ikki gjørt av yvirjarðiskum tilfari. Tað ber til at kanna eftir, hvat tilfar er í einum vanligum mannalikami. Onkur hevur til stuttleika lýst tilfarið, sum eitt menniskja er sett saman av soleiðis: vatn útger mest, umleið 70 %, sum fyllir nakrar liturfløskur. Feitt til nakrar hondsápur, kol til nakrar túsund blíantar, fosfor til 2.000 svávulpinnar, jarn til nakrar seymir, kálk at smyrja ein lítlan vegg við, salt út yvir nøkur egg. Men fara vit at seta hetta tilfarið saman, fáa vit ikki eitt menniskja burtur úr tí, tað veruliga vantar, Guðs andi. Guð blásti anda sín í Adam og gav honum sál og anda, tá ið hann hevði skapað hann av jarðiskum tilfari. Gátan við menniskjanum er hon, at Guð hevur givið henni lívsanda og harvið nakað av sær sjálvum. Tí kann eitt menniskja ongantíð vurderast. Tað tilfar, menniskja er gjørt av fáa vit ikki nógvar krónur fyri, men tað finst ein annar mátistokkur: Guðs.

Menniskja, hetta neyðarsliga dustið í endaleysa universinum, hevur Guð sjálvur elskað, ja, enntá, tá ið hetta lítla dustið gjørdist eitt skitið rusk, sum dálkar og misprýðir Guðs skaparverk, so stendur kortini, at Guð kom fyri at bjarga tí, sum burturfarið var. Tí hevur menniskja óendaligt virðið, Guð hevur skapað tað við guddommiligleika í sær, Meistarin gav lív sítt fyri at frelsa tað.

Vit treingja til menniskju, - menniskju, sum síggja Guðs dýrabara verk ??? krúnuna. Ein halgisøga sigur frá, at Guð einaferð kallaði til sín hin himmalska einglaskara til tess at senda hann út í tænastu fyri seg. Tá ið hann hevði sent allar avstað, sat ein lítil eingil eftir. Vilt tú eisini fara ørindi fyri meg? spurdi Guð, so kann tú sjálvur velja, hvat tú vilt gera. Tað vil eg fegin, svaraði tann lítli eingilin. Hvat fert tú so at gera? spurdi Guð. Kann eg sleppa at flúgva kring allan jarðarknøttin og teska í oyra á fólki: Tað er menniskja, tað snýr seg um! Ja, ger tað, segði Guð.

Sum vit treingja til hendan teskandi eingilin í dag: Tað er menniskja, tað snýr seg um. Vit vera meira og meira mett sum eitt tal, eitt nummar, eitt anonymt objekt í einari øðiligari mongd. Í samfelagnum eru vit teldunummur, persónstøl og skattgjaldarar, áhugaverd royndardjór og sølureklamur. Tað er hvat vit eru. Men soleiðis sær Jesus okkum ikki. Í tí ófatiligu mongd í himnarúmd, í eini óteljandi mannfjøld, sær Jesus hvørt einstakt menniskja sum nakað serstakt, ólík, virðismikil. Sum vit treingja til menniskju, ið síggja við Jesu eygum. Vit treingja til hin teskandi eingilin.

Átti hann ikki at verið í løgtinginum og landstýrinum og á okkara mongu stovnum og teska í oyra teirra, sum har starvast: Tað er menniskja, tað snýr seg um! Ein norskur prestur sigur frá, at hann einaferð var komin í ørindum inn á eina almenna skrivstovu. Har kom eitt av starvsfólkunum og legði eitt bræv á borðið fyri stjóran og helt fyri: Hon grenjar um at hon einki svar fær. Hvat er tað, sum hetta menniskja ikki hevur fingið svar uppá? spurdi prestur stjóran, tá ið starvsfólkið var farið. Og so las stjórin hart. Tað var eitt bræv við krókutari hondskrift frá einari gamlari konu í einum dali langt uppi í Norðurnoregi. Hon gremur seg um, at hon einki svar fær, hevði starvsfólkið sagt. Hvussu leingi hevði hetta brævið verið ávegis? Í fýra og eitt hálvt ár. Tað, hon hevði søkt um, var fyrst farið til kommununa, síðani var tað sent frá nevnd til nevnd, so skuldu tey hava fund, og so gingu fýra mánaðir, síðan skuldi tað í eina aðra nevnd, so gingu aftur seks mánaðir, síðani var tað sent til aðrar stovnar og nevndir og amtið, og so gingu tað fýra og hálvt ár. Hon gremur seg um, at hon fær einki svar. Hevði hin teskandi eingilin verið har og lýtt teimum mongu starvsfólkunum í oyra, sum høvdu havt hetta brævið í hondini: Vita tit, at tað er eitt menniskja, ið stendur aftanfyri? So at tey kundu sæð ta gomlu konuna, sum stóð undir brævinum!Tað er menniskja, tað snýr seg um. Fyri hana hevur tað ivaleyst havt stóran og avgerandi týdning at fáa svar.

Og sanniliga átti hin teskandi eingilin eisini at vitja okkara skúlastovur onkuntíð. Har koma tey smáu tíðliga á morgni, nøkur veik og troytt. Lærarin stendur har við bókunum: Her eru tínar lektier frá síðu eitt til trý. Hevur tú lisið uppá? Ja, tað er hetta lærarin skal gera, ikki satt? Har situr ein lítil smádrongur, hann hevur ikki fingið lisið uppá, alt var ikki so gott har heima, tá ið hann fór frá húsum, pápin og mamman tey klandraðust aftur í morgun. Hesin lítli var bangi. Ta er menniskja, tað snýr seg um. Um hin teskandi eingilin kundi lýtt læraranum í oyra: Tú, her eru tað ikki bara lektier, tøl og bókstavir, her er tað eitt menniskja, eitt lítið livandi menniskja.

Og kanska kundi hin teskandi eingilin eisini vitja inn á skrivstovuna hjá presti og trúboðara onkuntíð. Har sita vitr og stríðast av øllum alvi við bíbliukommentarum, orðabókum o.ø. fyri at bjarga prædikuni. Stílurin má vera ílagið, málsliga má einki vera skeivt, tað skal vera mentan. Heldur enn at vera bergtikin av Jesusi og menniskjum, so hevur bergið tikið okkum, fjøllini, dalarnir, blómurnar, smálomb og veðrið. Vit stríðast av allari megi fyri at bjarga prædikuni við ymiskum øðrum enn tí, sum stendur í tekstinum. Tað kann í vissu føri vera ílagi, men ongantíð tað avgerandi. Hvat um vit heldur hugsaðu: Gævi at mín prædika kundi styrkt og bjarga eini mannasál.

Menniskja uttan Guð, er í hondunum vandamiklum kreftum. Hetta er tað, sum Jesus lærir okkum. Tað stóð, at hann tók stórliga synd í fólkinum, tí at tey vóru illa viðfarin. Hann sá hin einstaka í fjøldini, sum hann var komin at bjarga. Tað var ein kona, ið hevði ringt orð á sær. Har er tað hann rópar út missiónsboðini.

Tað er fyri tað fyrsta ikki sorg yvir guðloysið í verðini, sum ger hann sorgarbundnan. Men tað, ið ger Jesus sorgarbundnan er tað øvuta, møguleikarnir - møguleikarnir, ið ikki verða brúktir. Hygg, sigur hann, síggja tit akurin, síggja tit møguleikarnar, ið tit hava? Hann hevði ikki nógvar við sær í Jødalandi ??? onkuntíð tá ið hann gjørdi undur, men annars var skarin skroypiligur. Jesus var heldur ikki órealistiskur og læt eyguni aftur fyri illskapinum. Hann sá vandarnar, hvat tað hevði við sær, at seyðurin ongan hirða hevði. Tá ið Jesus talaði hesi orð um hirðan, kendi hirðin hvørt einstakt lamb, hvør seyður hevði navn, Tað, sum Jesus sigur, er, at vit hava fingið eitt navn, eitt navn, sum hirðin kennir. Tað er av týdningi fyri okkum, at vit hava eitt navn, ikki eitt nummar. At vera annonymur, er at vera tikin til fanga av øðrum, og ikki vera tann, ein er.

Ein leyslatin fangi, sum framt hevði eina brotsgerð, ið gav honum trý ára fongsulsrevsing, greiddi frá tíðina, hann sat í fangahúsinum: Tað svárasta við revsingini var ikki, at eg skuldi sita innilæstur í einum kliva, men tað svárasta var, at navnið var tikið frá mær, og eg fekk eitt nummar ístaðin. Tá ið teir róptu: Nummar 14! eftir mær, tá græt eg ofta.

Og so sigur Jesus, hann hin veldigi: óttast ikki, eg nevni teg við navni, tú er mín. Hann vil kennast við meg, eg, sum eri skitin, hann, sum er reinur, eg, sum eri kaldur, hann, sum er heitur. Eg, sum eri sjálvsøkin, hann, sum í kærleika gevur seg sjálvan. Vit fata tað ongantíð. Vit skulu skal bara fara og siga øðrum, at hetta er satt, ikki tí at vit skilja tað, men tí at vit hava orð hansara fyri tí. Soleiðis sum hann var sendur, sendir hann meg og teg. Missiónsuppgávan krevur støðugt pínu og tár, einsemi og hatur. Lat so bara onnur siga, at hetta passar ikki longur. Missiónsuppgávan er at fara til menniskju. Í dag rópa vit: Hvar er hitt trúgvandi kirkjuliðið - hvar er arbeiðsfólkið í mun til hitt stóra verðsliga liðið? Tað er ekkóið av Jesu orðum. Arbeiðsmennirnir eru fáir. Hann biður okkum biðja arbeiðsfólk í tænastuna.

Og loksins. Legði tú merkið til listan við nøvnum til seinast í tekstinum? Hví skulu vit hava hann við? Er tað ikki tíðspilla at lesa hann upp? Og hevur ein navnalisti nakran áhuga? Kanska hevur hann júst tað. Hesi eru nøvnini á teimum 12 ápostlunum, stendur í tekstinum. Um eg nú spurdi teg: Veitst tú, hvussu teir tólv ápostlarnir itu, minnist tú so at ein æt Taddeus? Teir kendu ápostlarnir, ja, men veitst tú, hvør Taddeus var?Hann var ein av teimum tólv. Leggur tú merkið til, at við liðina av Jesu móðir, Mariu, verða nevndar systir hansara og svigarinna hansara? Ella, tær fylgdu við teimum á teirra fyrstu missiónsferð? Vermóður Pæturs, hon er kend av teimum flestu, men fá munnu hugsa um frú Sebudes, móðir Jákup og Jóhannesar. Maria Magdalena hevur fingið sínar egnu páskasálmar. Men hvat við Mariu, móðir at Jóhannes Markusi, hon var eisini við; hvør hevur skrivað um hana? At Pætur var settur í fangahús, tað vita øll, men hvør hevur givið sær far um, at ikki navngivnar kvinnur og menn eisini vóru dripin í fangahúsi (ápostlasøgan)? Hvør tímdi at kasta menn og kvinnur í fongsul, heldur tú, uttan so at man metti tey vera vandamikil, ósek menniskju, sum bara vitnaðu við at vera har við orðum og lívi sínum? Í Guðs ríki snýr tað seg ikki um, at hava eitt kent navn, har er brúk fyri øllum. Tað ið ræður um, er, at vera kallaður av Jesusi.

Hesar sendi hann út. Sama hvør tú ert, hygg við Jesu eygum, tá sær tú menniskju við heilt øðrum virði. Eru bara tey hirðar, sum eru á lønarlista í kristiligum arbeiði, so røkka tey ikki langt, og hvussu mong vera tá at peika menniskjum á hann, sum elskar og dýrmetir hin einstaka?

John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder