2021-06-07 21:52

KVF: Løgreglan er sannførd um, at talan er um hvíttaðar pengar, sum skuldu brúkast til at keypa rúsevni í Danmark til at selja víðari á føroyska marknaðinum.
Eftir grundlógaravhoyring fríggjadagin bleiv maðurin varðhaldsfongslaður í fýra vikur.
Kom til Føroya í síðstu viku
Maðurin, sum er danskur ríkisborgari, kemur til Føroya við Norrønu í síðstu viku. Hann varð kannaður í tollinum, men hevði einki uppi á sær.
Løgreglan hevði tó framvegis illgruna til hansara og hevði eyguni eftir honum næstu dagarnar í Føroyum.
Tá maðurin var áveg av landinum aftur hósdagin, avgjørdi løgreglan at handtaka hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald