JN

Handtikin fyri brot á narkotika lógina

...

2021-01-22 19:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Narko politiið handtók kl. 16.57 ein 24 ára gamlan mann og skuldsetti hann fyri brot á narkotika lógina.

Meðan 4 mans vóru í grundlógarforhoyri Føroya Rætti í dag í samband við eitt stórt narko mál, handtók narko politiið kl. 16.57 ein 24 ára gamlan mann og skuldsetti hann fyri brot á narkotika lógina.
Í samband við húsarannsøknina heima hjá honum, fann politiið 67 gram av amfetamin, umleið 5 g av ketamin umframt fleiri tablettir av ymiskum slag.

Efter ætlan verður tann 24 ára gamli maðurin framstillaður í grundlógarforhoyr í Føroya Rætti í morgin, leygardagin tann 23.januar.

Grundað á víðari kanningararbeiði, hava vit ikki fleiri upplýsingar í málinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder