Handa Anniku Olsen mótmæli ímóti skilaleysari bygging
Í dag kl. 15 fara eigarafeløg og grannar undir Kongavarða at handa Anniku Olsen, borgarstjóra í Tórshavnar Kommunu, mótmæli og undirskriftir frá 663 havnaborgarum ímóti ætlanini at gera umfatandi broytingar á byggisamtyktina undir Kongavarða.
Teir 663 havnaborgararnir, sum hava skrivað undir, heita á Tórshavnar býráð um at sleppa ætlanini um at broyta byggisamtyktina undir Kongavarða og heldur fara undir at byggja sømuligar leigubústaðir ístaðin.
Tey mótmæla fyrst og fremst at Tórshavnar býráð hevur í hyggju at loyva privatum byggiharra at kroysta 94 leiguíbúðir á eitt alt ov lítið øki undir Kongavarða.
Tey mótmælandi føra fram, at byggingin undir Kongavarða er barakklíknandi og ikki er ein virðilig loysn á íbúðartrotinum í Havn. Víst verður eisini til, at byggingin gongur beint ímóti heildarætlanini hjá Tórshavnar Kommunu.
Og teir 663 havnaborgararnir krevja at enda, at ???Tórhavnar býráð sleppir ørvitisætlanini undir Kongavarða og fer undir at byggja dygdargóðar leiguíbúðir til Havnaborgarar ístaðin.???
Umframt tær 663 undirskriftirnar fara eigarafeløgini undir Kongavarða og eystan Kongavarða at handa Anniku Olsen alment hoyringsskriv har eigarafeløgini gera vart við tey mongu mistøk og tær óheimilaðu avgerðir, sum Tórhavnar Býráð sambært eigarafeløgunum, fremur við uppskotinum um at broyta byggisamtyktina undir Kongavarða.
Í hoyringsskrivinum føra eigarafeløgini millum annað fram:
At karmarnir fyri mest loyvda bygging á økinum verða sprongdir út um alt sømiligt mark
At karmarnir fyri mest loyvdu hæddir verður sprongdur út um alt lógarasett og sømiligt mark
At parkeringsviðurskiftini í samband við skipanaruppskotið fyri økið langt frá lúkur ásettu krøvini
At byggingin fer at elva til munandi øktan ferðsluvanda fyri børn og aðrar íbúgvar í økinum Undir Kongavarða
At serstaka byggisamtyktin byggir á beinleiðis óheimilaðar fortreytir um fíggjarlig áhugamál hjá byggiharranum Sp/ NN Holding.
At ongin heimild er fyri so umfatandi inntrivum og broytingum av dáminum á økinum, og at møguleiki er fyri fleiri endurgjaldskrøvum frá borgarum í økinum, sum kunnu kosta kommununi millióniir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald