2019-12-21 22:06

Neistin sum fyrr í vikuni koyrdi venjarin úr starvi var í dag á vitjan hjá H71 í Hoyvík. Tróndur Kragesteen hevur tikið yvir hjá Neistanum, og skuldi tað vísa seg, at Tróndur og Neistin næstan kláraðu at fáa stig frá H71. Tá ið 51. min. vóru leiktir skoraði H71 til 23-16, og hildu tey flestu at dysturin var avgjørdur.
Neistin royndi at koma innaftur í dystin, og kláraðu teir at halda H71 frá at skorað nakað mál seinastu 9. minuttirnar. Neistin kláraði tó bert at koma uppá 23-22, og vann H71 tí dystin.
Neistin: Tróndur Mikkelsen 7, Dánjal Ragnarsson 4, Rasmus Søby 4, Johannes Bjørgvin 2, Hanus Árason 2, Julian Kragesteen 2 og Finnur Hansson 1.
Støður:
5. min. 3-2
10. min. 6-5
15. min. 8-6
20. min. 9-6
25. min. 10-9
30. min. 13-9
35. min. 14-10
40. min. 17-12
45. min. 18-13
50. min. 22-15
55. min. 23-19
60. min. 23-22
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald