2021-02-03 22:59

Í kvøld hava teir seinastu dystirnir verið í bólkaspælinum í Faxe-kondi kappingini hjá monnum.
Í bólki 1 vóru tveir dystir, ein dystur var Hoyvík og hin var í Kollafírði.
Í Hoyvík tók H71 ímóti Team Klaksvík. H71 vann dystin 34-25 eftir hálvleiksstøðuna 17-10. Í hinum dystinum tók KÍF ímóti H71 2. KÍF vann dystin 36-14 eftir hálvleiksstøðuna 20-9.
Bólkur 1:
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | H71 | 3 | 104 | 72 | 32 | 6 |
2 | KÍF | 3 | 94 | 82 | 12 | 4 |
3 | Team Klaksvík | 3 | 91 | 97 | -6 | 2 |
4 | H71 2 | 3 | 76 | 114 | -38 | 0 |
Í bólki 2 vóru eisini tveir dystir, ein dystur var í Vestmanna og hin var á Skála.
Í Vestmanna tók VÍF ímóti Neistanum. Neistin vann dystin 34-31 eftir at hálvleiksstøðan var 15-14 til VÍF.
Á Skála tók StÍF ímóti Kyndli. StÍF vann dystin 25-21 eftir hálvleiksstøðuna 11-11.
Bólkur 2:
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | Neistin | 3 | 102 | 85 | 17 | 6 |
2 | StÍF | 3 | 78 | 78 | 0 | 2 |
3 | VÍF | 3 | 81 | 84 | -3 | 2 |
4 | Kyndil | 3 | 72 | 86 | -14 | 2 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald