Gudforbarmesje!
Hví kunnu føroyingar ikki gleðast um Føroya størstu verkætlan heldur enn at niðurgera verkætlanarleiðaran og eggja fólki til at boykotta Føroya størstu verkætlan í eini roynd at pressa prísin niður?
Eysturoyartunnilin er ein av teimum fáu, almennu verkætlanunum, sum bæði hevur hildið tíðarætlan og fíggjarætlan. Tað er eitt bragd í sær sjálvum!
Moodys hevur hækkað ratingina av Føroyum av júst hesi verkætlan, sum hevur knýtt Føroyar og føroyingar nógv tættari saman. Vakrasti undirsjóvartunnilin í heiminum sigst. Men tað er ikki gott nokk.
??ll Føroya fólk hava bíðað við gleði eftir tunlinum, men nú brúka ávísir bólkar og partar av samfelagnum stóra orku uppá at niðurgera hesa fantastisku verkætlanina, tí tað skal vera ov dýrt at brúka tunnilin.
Propagandaherferðin fær stuðul frá Kringvarpinum, ið roynir at sáa iva um verkætlanarleiðaran, sum má vera ein tann frægasti verkætlanarleiðarin, sum Føroya land hevur fostrað. Tað bleiv m.a. spurt, ???er verkætlanin eydnað???? Tunnilin hevur verið opin í nakrar fáar dagar! Tann staðfestingin er í so bráð.
Tað virkar sum um, at nakrir norðingar hava fingið ein luksustrupulleika, sum ein skuldi trúð, at teir fóru at gleðast um. Men nei. Stórir partar boykotta tunnilin, tí tað er ov kostnaðarmikið. 75 kr. fyri bil fullan av fólki. Til samanberingar gjalda suðuroyingar áleið 500 kr. á farleið teirra fyri bil við fimm fólkum.
Tað hevði verið meiri uppá sítt pláss at víst á tann øgiliga mismunin, sum er á ferðaseðla- og fraktkostnaðinum á Sandoyar- og Suðuroyarleiðini í mun til ymsu tunnilsgjøldini kring landið.
Tað feskasta er, hví norðingar skulu gjalda fyri Sandoyartunnilin? Um Sandoyartunnilin ikki bleiv gjørdur, so vildi gjaldið verið 45 kr. Hvar er samhaldsfestið millum føroyingar blivið av? Bara eg fái mítt so skít við øllum hinum?
Føroyar eru so lítlar. Lat okkum heldur royna at standa eitt lítið sindur saman.
Suðuroyartunnilin fer skjótt í gongd, og sjálvandi skulu allir føroyingar eisini standa saman um hann í einum ella øðrum samhaldsføstum fíggingarleisti.
Frøist heldur um okkara fantastiska land heldur enn at leita eftir og niðurgera nakað, sum einans kann vera ein sólskinssøga. Tað er ongin ivi um, at ferðslan fer at hækka.
Ímeðan vit bíða, til vit eiga tørn, rópa suðuroyingar og sandoyingar í kór: Gudforbarmesje, sum vit hava tað gott í Føroyum, tá tað, sum fyllir mest hjá ávísum føroyingum er, at eggja føroyingum til ikki at brúka Eysturoyartunnilin, sum tey sjálvi hava bíðað eftir í áravís.
Gott vikuskifti
Bjarni Hammer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald