Hendan sosialistiska samgongan er besta prógvið uppá, at fyri tað um reiðarar og annað gott fólk í vinnuni blíva revsaði og undirdýkt í skattum og avgjøldum, so fær vanligi lønmóttakarin ikki meir í sín lønarposa fyri tað.
Tað er nú staðfest, at rakstrarrópið undan valinum Fólksins ogn meintist við landskassans ogn og er ikki komið út til arbeiðandi fjøldina enn. Við hesi samgonguni fer Fólksins ogn heldur ongantíð at náa út til alt fólkið kring alt landið, men verður uppetin áðrenn av sosialistunum í Tinganesi.
Nýggir aktørar ?
Samgongan sigur seg vilja hava nýggjar aktørar inn í fiskivinnuna ? Men hvør hevur hug at fara inn í eina vinnu, har úrslitið mestsum er givið uppá forhond - nevniliga tú sleppur ikki at tjena pengar ? Slettis ikki nógvar pengar. Tú skalt stríðast og kempa, men bara so dánt yvirliva, ikki nógv meir enn tað.
Ongin skal blíva ov sterkur
Eftir politikkinum at døma, so ynskja Høgni, Aksel og Poul okkum aftur til 8-mannaførini og sluppungarnar.Har føla teir helst, at teir hava meir kontrol. Teir mugu ikki missa kontrol. Ongin skal blíva ov sterkur.
Higartil er ikki nógv, sum bendir á nakran serligan áhuga hjá øðrum at koma uppí fiskivinnuna. Hetta er væl skiljandi, tí fiskivinnan er ikki lokkandi, so leingi hendan sosialistiska samgongan situr. Mest umráðandi er at mjólka sum mest av peningi úr vinnuni inn í landskassan.
??vinaliga sinnað móti dugnaligum reiðarum og vinnulívsfólk
Vit hava eina samgongu, sum er óvinaliga sinnað móti dugnaligum reiðarum og vinnulívsfólki, sum tjena pengar. Tey skulu revsast. Eisini privatfólk, sum tjena pengar merkja avgjaldsøðina hjá hesi samgonguni.
Ístaðinfyri at gera ábøtur í fiskivinnuni, har tað ikki gongur væl, so fer samgongan eftir tí partinum av fiskivinnuni, har tað gongur væl og ger stóran skaða har. Ongin skal vága sær at stinga stavnin framum. Tey skulu skjóta á og ongin skal tjena pengar.
Harumframt kunnu tey eisini rokna við at skula standa model til almenna útspilling. Tað blívur meiningsleyst hjá vinnuni og øllum øðrum at tjena pengar. Allur framtakshugi og fyritaksemi verður køvt.
Skulu vera skaffidýr ?
Tað sýnist, at nýggju aktørarnir - og teir verandi skulu vera skaffidýr til almennu sosialistisku ovurnýtsluna, sum vit eru vitni til í dag. Teir skulu hava tað sum krevst fyri at yvirliva, men restin skal í stóra pott til Høgna, Aksel og Pól til teir at deila út. Tað er undarligt um nýggir aktørar hava hug at fara uppí eina vinnu, har møguleikin at tjena pengar ikki er til staðar.
Trælabindir
Kvf gjørdi í 2017 samrøðu við kenda skiparan og reiðaran Mortan Jóhannesen. Har segði hann m.a. at landsstýrið trælabant teir. Gjøldur bleiv tá gjørt burtur úr hesum, men við núverandi politikki, blíva hesi orðini meir og meir til veruleika.
Føroyar mugu bjargast undan sosialistunum í Tinganesi áðrenn øll okkara høvuðsvinna gevur skarvin yvir og kastar handklæðið í ringin.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur,
løgtingskvinna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald