Mentan

Grundfesti

...

2021-07-02 09:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

???Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð míni og ger eftir teimum, hann skal líknast við ein vitugan mann, ið bygdi hús sítt á hellubotn; og gloppregnið brast á, og áarføri kom, og stormarnir leikaðu og dundu móti hesum húsi; og tað fell ikki, tí at tað var grundað á hellubotni. Og hvør tann, sum hoyrir hesi orð míni og ikki ger eftir teimum, hann skal líknast við ein fávitskutan mann, ið bygdi hús sítt á kyksendi; og gloppregnið brast á, og áarføri kom, og stormarnir leikaðu og dundu móti hesum húsi; og tað fell, og fallið var stórt.???

Flestu munnu kenna barnasøguna um tilfarið, sum teir tríggir smáu grísarnir, hvør í sínum lagi, bygdu hús síni av. Tilfarið hin fyrsti brúkti var hoyggj, hjá tí næsta vóru tað træpinnar, meðan hin triði bygdi av steinum. Ein dagin kom tann illi úlvurin og tók at blása húsini niður. Tey bæði fyrru húsini fóru skjótt umkoll, og so stóðu teir har verjuleysir. Bara húsið, ið bygt var av steinum, helt. ??lvurin megnaði ikki at fella tað.

Teksturin minnir okkum á nakað tað sama, her er talan um at byggja lívið á orðsins klettagrund grund, sum tað stendur í brúðarsálminum: tá vikast ei veggur í lívsins ódnarstund. Er lívið bygt á kyksendi, so er einki fast undirlendið, ???Gloppregnið brast á, og áarføri kom, og stormarnir leikaðu og dundu móti hesum húsi; og tað fell, og fallið var stórt.«. Húsið kann vera stórt, stásiligt og vakurt, so at fólk hava tað á orði. Sagt var, at tey flestu húsini í Føroyum, ið fóru ella sum fingu stóran skaða í ódnini 1988 vóru tey flottu, innfluttu húsini við stórum úthangi eins og segl; meðan tey, ið bygd vóru upp frá grundini, stóðu ódnina av, saman við gomlum húsum.

??ll koma vit út í illveður í lívinum, ikki bara reint fysiskt á sjógvi og landi, men eisini tá ið illveður er í lívi okkara ??? ótti, sorg og vannlukka. og ikki minst tað illveður, sum skaðar okkara sál og spillir okkara ævigu sælu.Vit fara ikki gjøgnum lívið uttan at uppliva óveður. Tíðir koma, sum vilja velta lív okkara umkoll, ella tey søkka í jørðina tí grundin var kyksendi.

Soleiðis ætlaði Guð ikki, at tað skuldi vera. Tá ið hann skapaði menniskjuna, var alt sára gott, vakurt, fullkomið ??? kosmos. Hann skapaði mannin sum hann skuldi vera, og konuna sum hon skuldi vera, fiskarnar sum teir skuldu vera, fuglarnar sum teir skuldu vera, djórini sum tey skuldu vera. hann skapaði grøði til føðslu hjá menniskjum og djórum. Hann skapaði samljóð og ikki missljóð millum menniskju, tí Guð er ikki óskils Guð sum tað stendur. Men syndin og ólídni spilti alt hetta, so at kaos kom at valda, og alt var vent øvut. Skilnaður kom millum Guð og menniskju, tá ið vit hildu at vit kláraðu okkum sjálv, og at vit vistu betri enn hann, og tóku okkum rætt at broyta upp á orð hansara. Tað førdi til andaligt anarki.


Kortini, mitt í hesum ruðulleika sum fylgjurnar gjørdust, er lagdur ein hellubotnum, ein klettur, hin ævigi klettur, Jesus og orð hansara. ???Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð míni og ger eftir teimum, hann skal líknast við ein vitugan mann, ið bygdi hús sítt á hellubotn; og gloppregnið brast á, og áarføri kom, og stormarnir leikaðu og dundu móti hesum húsi; og tað fell ikki, tí at tað var grundað á hellubotni.???

Paulus skrivar ???Men um einhvør byggir oman á grundvøllin gull, silvur, dýrar steinar, træ, hoyggj, hálm, tá skal verkið hjá einum og hvørjum verða eyðsýnt.??? Vit skulu ikki gera neyðsemju við Guðs orð. Størsta orsøk til andaligt byggifusk, er at gera kompromiir við sína trúgv.

Fyrsta stigið við einari neyðsemju er altíð tað mest vandamikla. Tá ið vit stíga eitt fet er lættari at taka eitt afturat og eitt afturat. Soleiðis sum læknin greiður frá um stoffir. Fyri at fáa kundar, bjóðar hann, ið selur hørð stoffir, tað fyrstu sproytuna fyri einki. Bara henda fyrsta innspræningin er nóg mikið at skapa eina øgiliga tráan eftir tí næstu sproytuni. Soleiðis við syndini, uttan at vita tað, eru vit stødd á heilt øðrum stað enn har, ið Guð vil hava okkum at vera. Hvørja ferð vit gera neyðsemju við tað ónda, vinnur tað ónda og vit tapa.

Guð ávarar móti heimsins svikaliga grundstøði. Við Kristi leggur hann fasta grund til okkum at byggja og at hvíla á. Rosenius yrkir so vakurt um tað í sálminum: Við náði í Guðs hjarta


Men í tí svára stríði

gav Guð mær greitt at sjá,

at betri grund hann legði

hjá mær at hvíla á.


John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder