JN

Grótbrotið í Sandavági verður ruddað

...

2020-08-17 10:52 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vága kommuna vil heita á borgarar um at burturbeina sínar lutir, sum standa í grótbrotinum í Sandavági, í seinasta lagið mánadagin tann 31. august 2020.

Vága kommuna arbeiðir áfram við at hampa um í kommununi, og hevur m.a. enn einaferð sett arbeiði í gongd við at rudda grótbrotið í Sandavági. Grótbrotið er eitt alment øki. Har liggja fleiri privatir lutir, sum kommunan ikki eigur. Nevnast kann t.d. bilvrak, bildekk, bátavognar, viðfestisvognar, bátar og bátavrak. Samstundis arbeiðir kommunan við at burturbeina egin ting av økinum.

Fyri at tryggja, at onki av virði verður beint burtur av óvart, fáa borgararnir hesa almennu áheitanina um at fara eftir sínum ognarlutum.

Er ikki møguligt at burturbeina lutirnar av økinum, áðrenn ásettu freistina, eru tit vælkomin at ringja til umsitingina í Vága kommunu.

Arbeiðið at rudda grótbrotið í Sandavági er liður í yvirskipaða ynskinum hjá Býráðnum um at seta umhvørvi og trivnað í hásæti. Vónandi taka borgararnir í Vága kommunu væl ímóti hesum átaki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder