2020-03-09 20:23

Trý fólk umborð á Air Greenland úr Keypmannahavn til Kangerlussuaq eru mistonkt fyri at vera smittaði við coronavirusi.
Kim Kielsen sigur sambært Sermitsiaq, at tey trý fólkini hava verið og ferðast í Føroyum. Tó verður einki sagt um tað eru føroyingar ella ikki. Talan er um danskar statsborgarar, sum eru búsitandi í Grønlandi.
Tey trý fólkini eru farin í sóttarhald.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald