Í dag møtast leiðslurnar í javnaðarflokkunum og fakfeløgunum í Norðurlondum á árliga SAMAK toppfundinum. Evnið í ár er rættvís umlegging, og fyri Javnaðarflokkin luttaka umboðini fyri formansskapin Aksel V. Johannesen, Djóni Nolsøe Joensen og Jóna ??lavsdóttir Dalsgarð.
Seinnapartin luttók Aksel V. Johannesen í kjaki um ítøkilig átøk, sum skulu gerast á umhvørvisøkinum. Hann vísti m.a. á, at vit í Føroyum hava innført, at fólk fáa MVG???ið aftur, um tey velja grøna orku so sum elbilar og hitapumpur. Hann legði afturat, at fleiri stig skulu takast á hesum økinum til tess at tryggja, atøllhava ráð til grønu umleggingina. Í hesum samanhanginum vísti hann á upplagda møguleikan fyri almennum-privatum samstarvi.
-Sum javnaðarflokkur vilja vit sjálvsagt basa umhvørviskreppuni, tí tað er umráðandi fyri okkum at tryggja, at børn og abbabørn okkara hava somu møguleikar á jørðini, sum vit hava nú. Men sum javnaðarflokkur minnast vit eisini altíð til at vera grøn OG reyð. Altso at vit í øllum teimum stigum, vit taka á umhvørvisleið, tryggja okkum, at vit fáa øll við, sigur Aksel V. Johannesen.
Vertur fyri fundinum í ár er Mette Frederiksen og fundurin verður hildin á Marienborg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald