Havstovan skrivar:
Nú summarið er farið at halla, er hóskiligt at hyggja eftir, hvussu gróðurin kring Føroyar hevur verið í ár.
Mátingar eru gjørdar í Skopun hvørja viku, og vísa tær, at gróðurin var nakað undir miðal í mai og juni, men at juli og august høvdu nógvan gróður. Hesar síðstu vikurnar hevur skúm verið at sæð nógvastaðni í firðum og sundum, og kemst tað helst av Phaeocystis algum, sum eru vanligar, tá nógvur gróður hevur verið, og sjógvurin er tømdur fyri tøðevni. Seinni í ár fer greining at verða gjørd fyri at síggja, hvørji algusløg eru í prøvunum úr Skopun.
So hvørt sum tøknin mennist, gerast fylgisveinamyndirnar av havinum kring Føroyar betri og betri. Ein trupulleiki við fylgisveinamyndunum er tó, at tær einans eru góðar, tá klárt er í veðrinum. Harafturat vísa tær vanliga nakað lægri virði enn tey, sum verða mátað í sjógvprøvum. Hóast hetta eru tær verdar at gagnnýta, og frá farna sumrinum eru fleiri myndir, sum geva góða rúmliga fatan av gróðrinum. Tær vísa eina fjølbroytta mynd, sum tó líkist Skopun á tann hátt, at gróðurin er betri í juli og august enn í mai og juni. Helst kemur seini gróðurin á djúpum vatni av, at várið var so kalt. Tað er tó einki, sum bendir á, at hetta er orsøkin til seina gróðurin inni við land.
Niðanfyri síggjast mátingarnar í Skopun saman við miðal av fylgisveinamátingunum á innara Landgrunninum. Sum nevnt, eru fylgisveinamátingarnar eitt sindur lægri enn sjógvprøvarnir, tí eru tær her faldaðar við tvey.
Tvær góðar fylgisveinamyndir eru, frá ávikavist 15. juni og 24. august. Vit síggja, at mitt í juni var gróðurin innarlaga betri eystanfyri enn vestanfyri, og at gróðurin síðst í august var nógvur allastaðni.
Fleiri fylgisveinamyndir síggjast niðast. Hvítu blettirnir á myndunum eru skýggj. Fylgisveinamátingarnar eru gjørdar við MODIS og VIIRS mátarum, og kunnu takast niður frá heimasíðuni www.myocean.eu.org.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald