JN

Grindin norðureftir

...

2020-11-11 17:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Havstovan: Merkta grindin úr Bø, sum síðan september hevur flutt seg suðureftir, vendi á 44 breiddarstigum, og fór haðani norður aftur á Miðatlantsryggin, í økið har Charlie-Gibbs skørini deila ryggin, og sum er kent sum føðsluríkt øki.

Men seinastu vikuna hevur grindin so aftur ferðast vestureftir, vestur um ryggin; kanska grindin finnur sær betur livilíkindi vestan fyri ryggin?

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder