JN

Grindin er enn í føroyskum sjógvi

...

2020-12-08 20:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Havstovan: Merkta grindin úr Vestmanna hevur seinastu tvær vikurnar ligið suður av Føroyabanka. Fyri tað mesta hevur hon ferðast á Wyville Thomsonrygginum, og eisini í sunnara kanti av Bankarennuni. Sostatt er grindin enn tætt við Føroyar, nú komið er út á hávetur.

Merkta grindin úr Bø liggur enn suðuri á 48 breiddarstigum, 270 fjórðingar vestan fyri Flemish Kap. Grindin hevur seinastu tríggjar vikurnar mest sum ferðast aftur á aftur økir, har hon hevur verið áður. Samband hevur nú verið við hesa grindina í hálvt ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder