Mentan

Grindaskeið verður í Sørvági í kvøld

...

2016-02-04 20:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fisk.fo skrivar: Skipað verður fyri grindaskeiði við undirvísing í brúki av mønustingara. Skeiðini verða á hesum støðum í februar 2016:

Vágum:
4. februar kl. 19 í Marghøllini í Sørvágs skúla

Suðuroy:
24. februar kl. 19 í Miðnámsskúlanum í Grønudali


Skeiðið er ókeypis og ikki er neyðugt við tilmelding.

Í kunngerð nr. 100 frá 5. juli 2013 um grind er ásett um grindaskeið:

Grindaskeið
§ 18. Frá 1. mai 2015 er tað bert loyvt at avlíva hval, um tann, sum avlívar hval hevur luttikið á skeiði, har hann fær kunning og upplæring um grindareiðskap, drápsháttin, deyðseyðkenni og lóggávuna um hvalaveiðu.
Stk. 2. Skeiðið skal innihalda eina ástøðiliga frálæru á minst 2 tímar. Landsstýrismaðurin góðkennir frálærutilfarið.
Stk. 3. Sýslumaðurin skipar fyri, at skeið verða hildin, og sýslumaðurin útflýggjar prógv fyri luttøku á skeiðinum.

Grindalógin??? Løgtingslóg nr. 56 frá 19. mai 2015 um grind og annan smáhval, við seinni broytingum:
§ 5. Heimilaður at avlíva hval er persónur, sum er 16 ár ella eldri, og sum hevur luttikið á grindaskeiði við kunning um grindalóggávu, brúk av grindareiðskapi, drápshátt, staðfesting av deyðseyðkenni, og sum hevur fingið skeiðsprógv.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta neyvari reglur um grindareiðskap, góðkendar drápshættir, grindaskeið, frálærutilfar, skeiðsprógv o.tíl.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder