2021-05-26 21:19

Tað er grindaboð millum Klovning og Presttanga upplýsir sýslumaðurin Finnbogi Midjord.
Grindaformennirnir eru áveg til grindina, og kanna um tað ber til at halda henni til í kvøld. Ella bíða við henni til í morgin.
Grindin verður hildin til í Sandavági ella Miðvági.
Sum skilst er talan um somu grind sum í gjár.
Dagført kl 22:37: Grindin er millum Trælanípu og Prestland. Ikki millum Klovning og Prestland sum fyrst var upplýst. Sýslumaðurin sigur, at enn er avgerðin ikki tikin um, um hon skal haldast til ella ikki í kvøld.
Dagført kl: 22:53: Tað eru nógvir bátar farnir út, men teir hava ikki sæð nakra grind. Myndin frá Fishin.fo er tikin nú.
Dagført kl: 23:05: Finnbogi Midjord, sýslumaður, upplýsir at leitingin eftir grindini er steðga. Bátarnir eru áveg inn aftur nú.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald