JN

Grindaboð í Suðuroy

...

2018-06-19 21:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Eitt fiskiskip hevur fyri løtu síðani boðað frá, at teir hava sæð hvalir eystur úr Porkerisnesi.

Av politistøðini verður sagt, at ein sjótgangandi bátur er á veg at kanna um talan er um grind. Skipið var statt góðar 4 fjóringar eystur úr Porkerisnesi tá tað sá hvalirnar. 


Uppdatering kl. 23.30, vit hava júst nú tosað við Jaspur Vang sýslumann í Suðuroy, hann sigur at bátar eru farnir út, men enn hevur hann ikki frætt frá teimum.


Vit uppdatera aftur beint áðrenn midnátt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder