Vinna

Grein um rognkelsi í Nature

...

2020-06-03 08:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Heimskenda tíðarritið ???Scientific Reports??? hjá ???Nature??? hevur í dag almannakunngjørt vísindaliga grein, sum Kirstin Eliasen, PhD. í lívfrøði og deildarleiðari á P/F Fiskaaling, og Esbern J. Patursson, lívfrøðiligur mennari hjá Hiddenfjord, hava skrivað í samstarvi við øðrum granskarum.

Kirstin og Esbern

Kirstin Eliasen og Esbern J. Patursson.

Greinin snýr seg um kanning av, um liturin á livrini hjá rognkelsum kann siga nakað um, hvussu fiskurin trívist og er fyri. Enska heitið er "Liver colour scoring index, carotenoids and lipid content assessment as a proxy for lumpfish (Cyclopterus lumpus L.) health and welfare condition." Greinin kann lesast ókeypis her.

Rognkelsi verða nýtt sum lúsatýnari í føroysku alivinnuni, eins og í fleiri alitjóðum kring okkum. Greinin vísir á, at samband er millum litin á livrunum hjá rognkelsum og føðslu-, vælferðar- og heilsustøðuna hjá fiskinum.

Livraliturin kann tí nýtast hjá alivinnuni at eyðmerkja møguligan mistrivnað hjá rognkelsunum í aliringunum, og gevur soleiðis vinnuni møguleika at tillaga fóðring og røkt samsvarandi.

Rognkelsi

Greinin er eitt samstarv millum Fiskaaling, HiddenFjord og Universitetið í Stirling, Skotlandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder