Politikkur

Greið mál fyri føroysku filmsvinnuna

...

2020-04-24 07:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrradagin viðgjørdi Løgtingiðuppskot hjá Bjørt Samuelsen og Tjóðveldi um at seta mál fyri og lyfta føroyska filmsvinnuna upp á altjóða støði.

Fyri at røkka málinum at gera Føroyar til eitt veruligt filmsland, krevst ein greiður vinnu- og mentanarpolitiskur vilji. Uppskotið heitir á landsstýrið, at gera eina menningarætlan við greitt settum málum fyri filmsframleiðslu, at filmsvinnan kann skapa størv kring landið, at fakligu førleikarnir innan film støðugt kunnu mennast, at útbúgvingartilboð á høgum støði kunnu skipast og at játtanin til filmsgrunn og afturberingarskipan fyri filmsverkætlanir verður hækkað, so at tað verðurá støði við grannalond okkara.

???Vit hava fólkini, førleikarnar og virkismátturin hjá filmsfólki okkara tykist nærumóavmarkaður. Men, taðer sera dýrt at gera film á høgum støði. Vit hava heilt greitt potentialið og fólk við førleikum at røkka altjóða støði, og føroyskur filmur kann gerast ein útflutningsvinna. Filsgrunnurin og Filmshúsið eru ein suksé, men størri fíggjarorka má til, skal tað veruliga eydnast at gera Føroyar til filmsland á tí støði, vit eiga at kunna røkka.??? sigur Bjørt Samuelsen.

Ein streymur av jaligum tíðindum innan filmsvinnu og filmsframleiðslu hevur verið í seinastuni og hendan gongdin má loftast. Nevnast kann, at føroyska sjónvarpsrøðin ???Trom??? er seld fleiri altjóða sjónvarpsrásum, longuáðrenn byrjað er at filma, herfyri fekk Andrias Høgenni stóru Robert-virðislønina, stórur áhugi var fyri nýggjasta spælifilminum hjá Sakarisi Stórá á Berlinaluni herfyri og ein partur av nýggja James Bond filminum varð tikin upp á Kalsoynni.

???Við røttu kørmunum, kann filmsvinnan skapa ymiskt spennandi størv kring landið. Og her eiga kommunurnar eisini sín leiklut. Avleidda virksemiðav filmsvinnuni gevurnógvar inntøkur; alt frá hotelli, flutningi, mati, tilfari og kanska týdningarmest ymiskar arbeiðsuppgávur til føroyingar, sum umframt løn, gevur dygga førleikamenning???, vísir tingkvinnaná.

Vit liva í eini tíð, har samskifti, innlæring og undirhald í stóran mun er visuelt. Ikki minst hjá børnum og ungum. At menna føroyskt filmsmál og filmsmálføri kann tí á mangan hátt sammetast við at menna móðurmál okkara. Føroyskt filmstilfar uttan mun til, um talan er um spælifilm, undirvísingartilfar, lýsingar, dokumentarfilmar ella annað, sprettir úr føroyska samleikanum og jørðildi okkara. Filmsframleiðsla er tí ein týðandi táttur í tí at varðveita og styrkja føroyska samleikan, okkara mál og mentan og í at menna listaligar og vinnuligar førleikar innan film.

Filmsuppskotið fekk jaliga móttøku, nú tað var til 1.viðgerð í Løgtinginum mikudagin. Málið er nú farið í vinnunevndina til víðari viðgerð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder