Lýsing

Goymsluleiðari til Effo Bunkers

...

2021-02-01 17:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Starvið

Starvið er at veita kundum okkara tænastu á hægsta stigi og at seta kundans tørv í fyrstu røð. Tú fært tilvísing til rakstrarleiðaran.


Arbeiðið umfatar m.a

At vera leiðari fyri goymsluni í Fuglafirði.

Skipa fyri at goymslan verður rikin á fullgóðan og tryggan hátt og vera við í tí dagliga arbeiðinum.

Samskifta við kundar og veitarar.

Harumframt luttekur tú í vaktarskipanini saman við øðrum.


Vit vænta av tær, at tú:

  • ert før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt
  • fylgir mannagongdum
  • hevur fulla fatan fyri okkara trygdarskipanum
  • ert fleksibul
  • klár/ur at taka móti avbjóðingum

Vit bjóða

  • eitt støðugt arbeiði í einum góðum og skipaðum umhvørvi
  • dugnalig starvsfólk og góðan starvsfólkatrivnað
  • neyðuga upplæring
  • tú verður partur av verandi arbeiðstoymi hjá Effo í Eysturoynni

Umsókn og setanarviðurskiftir

Skrivlig umsókn við upplýsingum um royndir skal vera okkum í hendi innan 15. feb. 2021. Starvið verður sett 1. apríl.

Starvsstaður er í Fuglafirði.

Løn eftir avtalu. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.


Freistin at søkja er 15. februar 2021

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder