2020-06-05 12:20

Tá ið koronafarsóttin tók seg upp her um okkara leiðir, so minkaði virsemið niður í einki hjá Giljanes bussum sum Niels Olgar Joensen eigur og rekur.
Niels Olgar sigur, at tað sá annars út til at tað skuldi blíva nógv at gera hjá Giljanes bussum í ár, og vóru bussarnir nógv umbidnir, men seinastu mánaðirnar hava avlýsingar omaná avlýsingar verið hjá teimum.
Í fjør vóru fimm bussar í flotanum hjá Giljanes bussum, og var tað ov lítið. Tí avgjørdi Niels at bíleggja tveir bussar afturat, ein stóran og ein lítlan, tann lítlið er nú komin í flotan. Niels fekk strikað bíleggingina av tí stóra bussinum í evstu løtu.
Niels sigur, at nú er so smátt gongd við at koma á aftur busskoyringina, og hava tey hjá Giljanes bussum pláss fyri yvir 200 ferðafólkum í teimum seks bussunum, sum nú eru í flotanum.
Um onkur ynskir sær at bíleggja túr frá Giljanes bussum, so kunnu tey venda sær til á tlf. 219899 ella við at senda mail til [email protected].
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald