2020-11-09 20:46
Góðu veljarar í Vága Kommunu
Nú eg valdi at gevast í kommunalum politikki fyri hesu ferð, eftir tilsamans 20 ár, harav 12 ár í Vága kommunu, ætlaði eg mær ikki at leggja meg út í nakað valstríð.
Men eftir at eg síggi, at okkara fráfarandi borgmeistari, hevur aktivt lagt seg út í valstríðið, við beinleiðis at stuðla Framtíðarlistanum, og mær sagt, eisini er stillari fyri hendan listan, kann eg ikki sita kúrrur og lata hetta fara afturvið, sum onki er hent.
Eg fari tí at heita á øll tey mongu fólkini, sum hava stuðlað mær til tey mongu kommunuvalini eg havi verið uppstillaður, og øll onnur við, at fara fjølment á val og stuðla Borgaralistanum.
Vit síggja at Borgaralistin er væl umboðaður úr allari kommununi, við nógvum sera góðum valevnum, av bæði kvinnum og monnum, sum strekkja seg frá ungum valevnum, til eldri og royndar kommunu-politikkarar.
Tað er sera umráðandi, at býráðið sum verður valt, er savnandi fyri alla kommununa.
Ta royndina havi eg havt av teimum býráðslimunum sum stilla upp fyri Borgaralistan, teirra lutur í býráðsarbeiðinum, hevur altíð lagt áherslu á, at arbeiða fyri eina samlaðaðari kommunu, til nøgdsemi og gleði fyri øll sum búgva her.
So standið øll saman um Borgaralistan í morgin, og seti X fyri hann ella eitt av valevnunum.
Við at stuðla Borgaralistanum, fáa vit eina góða Vága kommunu.
Vinaliga
Dánjal Thomsen, fráfarandi býráðslimur fyri Vága Kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald