JN

Góðu borgarar í Vága kommunu

...

2020-03-13 14:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú landsstýrið hevur avgjørt at seta í verk tiltøk til tess at fyribyrgja og minka um vandan fyri corona smittu, vil eg við hesum kunna um, at Vága kommuna gerð alt fyri at tryggja, at kommunan framhaldandi kann rekast trygt og stabilt, og at alneyðugar tænastur og tilbúgvingar virka, sum tær skulu.

Í sambandi við, at fyribyrgjandi tiltøk verða sett í verk, bæði innan skúlaverkið og dagstovnaøkið, hava vit sent ymisk kunnandi tilfar og áheitanir út, um at taka atlit til og hugsa um tey veiku og okkara eldru borgarar.

Umframt hetta, hava vit eisini, millum starvsfólkabólkar í kommununi, gjørt uppbýtingar á teimum ymisku arbeiðsøkjunum, soleiðis at kommunan kann rekast trygt, so leingi tiltøkini standa við.

Arbeiða í bólkum og í vaktum

Á havna- og umsjónardeildini, í húsavarðatoyminum og í reingerðartoyminum, hava vit gjørt bólkar, ið skiftast at verða til arbeiðis, hetta fyri at minka um smittuváðan og fyribyrgja, at heilar funktiónir mugu niðurleggjast vegna sóttarhald. Soleiðis tryggja vit, at mest grundleggjandi kommunalu uppgávurnar so sum at tryggja vatnveiting, kloakkviðurskifti, renovatión v.m. framhaldandi verða loystar.

Umhvørvisplássið hevur opið sum vanligt.

Tilbúgving

Tilbúgvingarnevndin hevur, í samráð við sløkkiliðið, tikið neyðug stig til at tryggja, at vanlukkutilbúgvingin í Vága kommunu virkar, sum hon skal.

Heimatænastan í Vágum

Heimatænastan hevur tikið neyðug atlit, og kunning er send út til borgarar um, hvørji atlit eiga at verða tikin, í sambandi við vitjan á Sýnini og annars í mun til okkara eldru borgarar.

Dagstovnar

Dagstovnar, frítíðarskúlin og ungdómshúsið er stongd, so leingi tiltøkini standa við. Tó er eitt bráfeingis ansingartilboð skipa til børn hjá foreldrum, sum arbeiða í kritiskum samfelagsfunktiónum innan heilsuverk, almannaverk, eldrarøkt ella tilbúgving, og sum ikki hava aðrar møguleikar fyri at fáa síni børn ansað, meðan tey eru til arbeiðis.

Arbeiða heimanífrá ella eru heima (tó tøk at møta til arbeiðis, um tað ber til)

??ll starvsfólk, sum ikki noyðast at vera á arbeiðsplássinum, hava fingið boð um at vera heima, og í tann mun tað ber til, arbeiða heimanífrá.

Kommunuskrivstovan er stongd, men telefonin hjá kommunuskrivstovuni svarar í vanligari arbeiðstíð. Eisini ber til at samskifta við kommunuskrivstovuna við telduposti, sum vanligt.

Vit fylgja allatíðina við gongdini, og eftirmeta støðuna regluliga. Dagførd kunning er at finna á heimnasíðuwww.vaga.fo.

Eg vil takka øllum borgarum og starvsfólkum fyri at taka stóra ábyrgd í verandi støðu, og ikki minst fyri fyrimyndarligt samstarv.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder