Politikkur

Góðu borgarar

...

2020-11-09 19:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Vit á Framtíðarlistanum eru fús til at átaka okkum tað stóru ábyrgd og álit, sum ein sessur í býráðnum krevur. Vit vilja hevja okkum upp um gamalt agg og ósemjur, og vilja arbeiða allari kommununi at frama. Eingin krókur í kommununi verður gloymdur. 

 

Flestu av okkum hava ikki roynt at arbeitt í býráði áður, og fleiri av okkum hava heldur ikki stillað upp áður. Hóast hetta, hava vit øll drúgvar royndir aðrastaðni, og eru nógv av okkum sera virkin í trivnaðararbeiði í kommununi. 

 

Vága kommuna skal vera besta kommuna í Føroyum at búgva í. Vit skulu taka hond um allar borgarar í kommununi, og vit skulu syrgja fyri, at fólk altíð kenna seg hoyrd. Allir borgarar hava okkurt at geva fjøldini, og henda møguleikan skulu vit duga at brúka til fulnar. 

 

Vit skulu syrgja fyri, at fólk altíð kenna seg hoyrd. Vit skulu altíð takað ímóti fólki við virðing. Vit skulu fjálga um starvsfólkini, ið kommunan varðar av. Vit skulu syrgja fyri, at borgarin altíð kennir til ætlanir og hugskot hjá kommununi, so at tey kunnu koma við sínum íkasti. 

 

Vit skulu eisini samstundis tora at heiðra fólki í kommununi, sum takað stig til verkætlanir, sum eru við til at betra um kommununa. Tað verið seg á vinnuliga ella á trivnaðarliga økinum. Tað eru vit borgarar sum mynda kommununa. Tað eru vit, sum kunnu gera okkara íkast til, at vit trívast her. 

 

Hóast vit vilja nógv, vilja vit ikki alt í senn. Tað er nógv at takað hond í. Tá ið valið er liðugt, skulu vit avgerða, hvussu vit skulu raðfesta. Vit eru opin fyri at hava eitt gott og gevandi samstarv við tey, sum sleppa inn á hinum listunum. Vit vóna eisini, at tey eru opin fyri einum tøttum samstarvi í býráðnum, har øll eru á jøvnum føti. 

 

Vit vilja eisini at enda ynska tykkum øllum eitt gott val, og vilja takka fyri eitt gott og virðiligt valstríð. Somuleiðis vilja vit eisini takka borgarunum í kommununi fyri tykkara opinleika og áhuga. 

 

Vónandi fara tit at vísa okkum tað álit, at seta kross við lista F týsdagin.

 

Framtíðarlistin - ein nýggj byrjan!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder