2020-11-09 19:37
Børnini eru eitt av mínum hjartamálum. Tey eru okkara framtíð og tí mugu vit gera íløgur í tey. Føroysk børn eru á stovni ein stóran part av degnum, og tí er sera umráðandi, at vit hava dygdargóðar stovnar.
Gransking vísir á, at ein dygdargóður stovnur m.a. skal uppfylla hesi krøv:
- Góðar normeringar, skikkaði starvsfólk, góðar karmar o.a.
Eg vil arbeiða fyri, at okkara stovnar eru dygdargóðir soleiðis, at okkara børn fáa eina góða byrjan, og at tey fáa bestu møguleikar at trívast og mennast.
Børn hava brúk fyri vaksnum, sum er nærverandi, fyri at menna seg. Tey hava brúk fyri at fáa eygnakontakt, tá tey søkja hana. Tey hava brúk fyri hjálp t.d. tá tey detta, tá tey togast um leikur, tá tey blíva bangin fyri onkrum, tá tey kenna seg ótrygg. Eitt lítið barn kann ikki standa í kø fyri at fáa hjálp. Hjálpin skal koma beinanvegin. Tey skulu hava álit á, at vaksin eru har, tá tørvur er á troyst og hjálp. Um starvsfólk hava ov nógv børn í part, so er snøgt sagt ómøguligt at nøkta tørvin hjá einstaka barninum.
Gransking vísir, at tá normeringin er góð, er góðskan av samspælinum við tey vaksnu nógv betur. Børnini verða minni hartaði, tilknýtið til tey vaksnu er tryggari og tey mennast betur kognitivt, sosialt og málsligt. Eisini hava tey færri atferðartrupuleikar, færri stresshormonir, eru minni bangin og ótrygg, tað eru færri ósemjur millum børnini og tey gerast meira klár til skúlan. Ein góð normering er simpulhen tann besti hátturin at fyribyrgja trupuleikum seinni í lívinum.
Eg vil arbeiða hart fyri, at okkara børn, okkara framtíð verður raðfest høgt. Ein stemma til mín er ein stemma til børnini.
Set X við Tórdis Dam Johannesen
Set X við Borgaralistan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald