Vinna

Góðar 10 mia. útgoldnar í lønum í 2019 - vøksturin er 6,8%

...

2020-01-07 11:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hagstovan skrivar: Í 2019 vóru góðar 10 mia. útgoldnar í lønum. Vøksturin er 6,8% í mun til 2018. Vøksturin í lønargjaldingunum er støðugur.

Nú desember-mánaður í 2019 er uppgjørdur eru lønargjaldingarnar gjørdar upp fyri árið. ??tgoldnu lønirnar eru lýstar árliga á myndini niðanfyri. Vøkstur í lønargjaldingunum er støðugur.

1 000 kr.LønargjaldingarÁrliga200920102011201220132014201520162017201820191990200020106.000.0008.000.00010.000.00012.000.00010.063.514 tús. kr.2012??? Tils. (øki): 7.090.513 tús. kr.

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri bæði kyn. Í 2019 var parturin hjá monnunum 62,8% av lønarútgjaldingunum, meðan parturin hjá kvinnunum var 37,2%. Tað er næstan sama býtið sum árið fyri, tá menninir áttu 62,6% og kvinnurnar 37,4% av lønargjaldingunum.

1.000 kr.Lønargjaldingar, kynÁrligaMannfólkKonufólk200920102011201220132014201520162017201820191990200020102.000.0004.000.0006.000.0008.000.0006.317.076 tús. kr.3.746.438 tús. kr.

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. 63,7% av lønargjaldingunum vóru í 2019 útgoldar í almennu- og privatu tænastuvinnunum, 20,1% í fiskivinnu og aðari tilfeingisvinnu og 16,2% í byggivinnu og aðrari tilvirking. 

1.000 kr.Lønargjaldingar, vinnugreinabólkarÁrligaAlmenn o.o. tænastaPrivatar tænastuvinnurByggivinna o.o. tilvirkingFiskivinna o.o. tilfeingisvinna20092010201120122013201420152016201720182019200001.000.0002.000.0003.000.0004.000.0002.018.309 tús. kr.3.106.394 tús. kr.

Stutt um lønargjaldingarnar

Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí. 

Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppíuttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur. 

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í arbeiðsloysinum.

Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og ??tilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder