2020-04-04 12:09

Eg sendi tær eitt dulnevnt bræv, grundað á, at eg ikki vil vera kendur.
Eg arbeiði á Varðanum Pelagic á Tvøroyri.
Takk og lov fyri at vit hava eina skipan, ið nevnist "Fiskavirkis skipannin".
Henda skipan er góð, tá alt gongur sum vanligt.
Tó - nú eru óvanligar tíðir.
Vit eru fleiri, sum eru í hesi skipan.
Vit sleppa ikki í Als, uttan við uppsøgn frá okkara síðu.
At siga upp merkir, at um eg tá søki um at koma uppí Als,
fái eg eina sokallaða "karantenutíð" uppá 5 vikur.
Tí koma vit til at "hanga føst" í hesi skipan.
Vit fáa í mesta lagi fyri 32 tímar um vikuna.
Mín vikuløn er í verðandi stødu 3320,16 kr -brutto.
Seinasta útgjald fyri tvær vikur var 3338,72 kr. -netto.
Vit fáa í mesta lagi fyri 32 tímar um vikuna.
Mín vikuløn er í verðandi stødu 3320,16 kr -brutto.
Seinasta útgjald fyri tvær vikur var 3338,72 kr. -netto.
Havi viðheft klipp, frá seinasta útgjaldi mínum úr Als - (Sí mynd niðast)
Hetta er sum so í ordan undir vanligum umstøðum - tó meini eg hetta vera í minna lagi.
Men - tað fellir mær og fleiri av okkum fyri hjartað, nú hvør Per og Pól fær upp til 20000 kr um mánaðin.
Men - tað fellir mær og fleiri av okkum fyri hjartað, nú hvør Per og Pól fær upp til 20000 kr um mánaðin.
Fólk sum eru í Alsskipanini (ikki Coronaskipanini) fáa í mesta lagi 17500 kr. um mánaðin.
At fótbóltspælarar og gud viti hvør, skal fáa so nógv meira enn vit, haldi eg vera rættuliga órættvíst.
Vinarliga
Ein Varða-maður.
At fótbóltspælarar og gud viti hvør, skal fáa so nógv meira enn vit, haldi eg vera rættuliga órættvíst.
Vinarliga
Ein Varða-maður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald