Vinna

Góða gongdin hjá Duty Free FAE helt fram í 2019

...

2020-04-07 12:17 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í 2014 fóru Atlantic Airways og Vága Floghvan undir eitt samstarv um at selja tollfríar vørur á flogvøllinum, felagið ið var stovnað bleiv nevnt Duty Free FAE.

Gongdin hjá felagnum hevur verið sera positiv síðani felagið var sett á stovn. Í 2014 var úrslitið eftir skatt 1,5 mió. kr. Árið eftir var tað 6,2 mió. kr. Í 2016 var tað 10,2 mió. kr. Í 2017 var tað 12,6 mió. kr. Í 2018 var tað 14,6 mió. kr. Fyri síðani at aftur at seta met í fjør tá ið úrslitið gjørdist 16,9 mió. kr.


Bruttovinningurin í 2019 var 28,4 mió. kr. Tað eru góðar 3,2 mió. kr. betri enn árið fyri.
Starvsfólkakostnaðurin er øktur 3,7 mió seinastu árini. Frá 2,6 mió. kr. í 2014 til 6,3 mió. kr. í fjør.

Duty Free FAE gevur eigarinum 18 mió. kr. í vinningsbýti. Vága Floghavn og Atlantic Airways eiga Duty Free.

??rslitið næsta ár verður tó ávirkað av Korona farsótt­ini, sum hevur stóra ávirkan á flogferðsluna og harvið eisini søluna í Duty Free handlinum í 2020.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder