2016-04-16 20:10
Tórshavnar Kamarkór bjóðaði til konsert í Sandavágs kirkju í dag.
Fitt av fólki var til konsertina, og fólk vit hava tosað við lótu sera væl at - ein framúr góð konsert varð sagt.
Skráin var væl blandað, og eitt av verkunum, ið kórið framførdi var "Komm, Jesu komm", eftir J. S. Bach, ið varð framført saman við strúkarum. Annars býður skráin upp á heilt fitt av nýggjum føroyskum tónleiki, umframt nakað av eldri føroyskum, norðurlendskum og okkurt klassiskt hevur eisini fingið rúm í skránni.
Kórið er samansett av 31 sangarum og kórleiðari er Bernharður Wilkinson.
Í morgin - sunnudagin 17 apríl kl 17 - hevur Tórshavnar Kamarkór konsert í Læraraskúlahøllini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald