Politikkur

Gloymið Bústaðir, latið kommunurnar byggja

...

2020-07-05 21:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Mínar royndir sum býráðslimur í Klaksvíkar kommunu eru, at almenna Bústaðir hevur sítt hjarta í Havn, og er ógvuliga trekt og seint til at luttaka í íbúðaloysnum í næst størstu kommunu í landinum. Bústaðir er tíverri meir ein forðing enn ein loysn í okkara kommunu!

 

At fáa skeivan heilivág er verri enn at fáa ongan, tí skeivi heilivágurin ger, at tú einki annað gert við tín trupulleika. Soleiðis er støðan tíverri innan bústaðabygging uttan fyri høvuðsstaðin, tí hesi árini, eg havi verið býráðslimur í næst størstu kommunu í landinum, hava vit brúkt meginpartin av tíðini til at bíða eftir svari og reaktión frá Bústøðum, og hetta hevur heilt víst forðað fyri øðrum loysnum á stóra bústaðatørvinum í Klaksvíkar kommunu.

 

Eisini er tað í stríð við alla fólkaræðisliga hugsan, at embætismenn á einum landsstovni í Havn skulu hava størri vald enn vit, fólkavaldu býráðslimir, til at gera av, um, nær og hvat vit skulu byggja bústaðir til okkara borgarar her í Klaksvíkar kommunu!

 

Tí eri eg stórliga bangin fyri, at eisini henda fyriliggjandi loysn við Bústøðum fer at føra til enn meira bíðitíð og enn meira passiviteti í teimum 29 kommununum kring land okkara, og tí eri eg sannførd um, at ein heilt onnur loysn eigur at verða funnin, um vit veruliga skulu fáa  ferð á bústaðabyggingina kring landið.

 

Kommunurnar eru besti almenni motorurin í samfelagnum

Vit hava sæð tað fleiri ferðir gjøgnum søguni hesi seinastu áratíggjuni, at um ferð veruliga skal koma á loysnir innan eitt málsøki, so er loysnin, at kommunurnar fáa fulla ábyrgd og heimild innan hetta økið.

 

Hetta sóu vit eitt nú, tá ið dagstovnaøkið varð lagt út til kommunurnar. Frammanundan var ein líknandi skipan á dagstovnaøkinum, sum vit hava á bústaðaøkinum í dag, har kommunur skuldu søkja og bíða eftir góðkenning frá landinum, um tey skuldu byggja ein barnagarð ella eina vøggustovu, og tí hendi stórt sæð sera lítið og einki á økinum.

 

Í Klaksvíkar kommunu høvdu vit tá ein barnagarð og dagrøktina, áðrenn kommunurnar fingu fulla ábyrgd av økinum, men  tá tað hendi, kom ferð á, og vit hava í dag hópin av dagstovnum og loysnum, tí kommunan hevur fulla ábyrgd og heimild.

 

Somu ella líknandi úrslit hava vit sæð av at leggja barnaverndarøkið og eldraøkið út til kommunurnar. Tað eru og verða besti almenni motorurin í samfelagnum.

 

Kommunurnar mugu fáa heimild til bústaðabygging

Uppskotið frá landsstýriskvinnuni í almannamálum er avgjørt eitt stig tann rætta vegin, men eg havi tann trupulleika, at eg trúgvi ikki uppá, at ein landsalmennur stovnur í Havn fer at loysa ein trupulleika, sum vit hava úti um alt landið. Royndirnar siga tíverri, at slíkir stovnar hava sítt hjarta, har tey halda til, og soleiðis er eisini við Bústøðum. Tí sigið eg: Gloymið Bústaðir!

 

Nakrar røddir hava verið frammi um, at kommunurnar mugu fáa heimild at byggja bústaðir ??? annars kemur ikki ferð á hetta økið, og eg má siga, at eg eri fult og heilt samd. Eitt nú hevur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, nevnt hetta nakrar ferðir, og í farnu viku var Sonja Jógvansdóttir í Degi og Viku og endurtók hetta sama.

 

Sjálvandi skal eitt eftirlit vera, og vit hava eisini eitt rímiliga væl virkandi kommunalt eftirlit, sum evt. kann styrkjast, um neyðugt, men motorurin má vera kommunurnar, tí so fer heilt víst nakað at henda, og enn betri: Tað fer at henda kring alt landið!

 

Bústaðir er tíverri dumpað, tí tey hava bygt umleið tveir triðingar av sínum bústøðum til tey knapt 40%, sum búgva í Havn, Hoyvík og á Argjum, har tað privata byggir hundraðtals íbúðir afturat, meðan Bústaðir bert hava bygt ein triðing av sínum íbúðum til hini 60% av fólkinum í hesum landinum.

 

Okkara royndir av Bústøðum eru tíverri, at tey hava lítlan og ongan áhuga í at byggja í næst størsta býnum í landinum, og hetta hevur gjørt, at kommunan hevur brúkt alt ov nógva orku uppá at royna og royna, trýsta og trýsta, bíða og bíða eftir, at Bústaðir skulu tíma at hugsa um Klaksvík.

 

Ístaðin átti kommunan sjálv at havt heimildina til at byggja bústaðir til sínar borgarar, og vit kunnu bara ímynda okkum, hvussu nógv hevið komið burturúr, um vit í kommununum høvdu brúkt somu orku upp á bústaðabygging, sum vit hava brúkt uppá at bíða eftir svari og reaktión frá Bústøðum.

 

Eg kundi hugsað mær, at tað verður eftir á leið hesum leisti:

 

  • Kommunurnar fáa fulla ábyrgd og heimild til at byggja bústaðir til sínar borgarar uttan aldursavmarkingar
  • Kommunurnar fáa heimild til at fremja hesar bústaðabyggingar í samstarvi við privatar aktørar
  • Kommunurnar fáa eina eyka lánikvotu til hetta endamál ??? evt. eina hálva álíkning afturat verandi lániheimild, sum er eina álíkning
  • Landið hevur eftirlitið við kommununum á hesum øki á sama hátt, sum tað ger á øllum øðrum kommunalum økjum

 

Landið kann varðveita Bústaðir sum stovn, men einans til bygging av bústøðum til serligan tørv, og tá skal tað vera politiski myndugleikin, sum ger av, hvørjar verkætlanir verða framdar og hvar í landinum hesar verða staðsettar.

 

Mikladalur, 5. juli 2020

 

Herfrí Sørensen

Býráðslimur fyri Fólkaflokkin í Klaksvíkar býráð

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder