JN

Gleðilig jól og gott nýggjár

...

2020-12-21 15:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Gleðilig jól og gott nýggjár!

 

Vit í Samkeyp Bartalsstovu vilja hervið ynskja tykkum eini góð og gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Við vón um eitt gott samstarv í 2021.

 

Bartalsstova hevur verið ímyndin av Sandavágs handilslívinum í mong ár. Vit mugi heilt aftur til 1870, tá Bartalsstova opnaði fyri fyrstu ferð, tá Thomas lat handil upp úti á Bakka. Síðani bleiv handilin fluttur norð á Sondum í 1895, tá Hentzar hevði handilin um hond.

Elisabet og Rasmus yvirtóku handilin í 1910 og høvdu hann til 1935, tá Eivind yvirtók og hevði Bartalsstovu líka til 1986. Sonur hansara tók tá yvir, og líka til 2006 høvdu Ása og Erwin handilin undir hond.

Handilin flutti oman í 1978, til tað hølið hann er í dag. Frá 2006, var tað so FK sum rak handilin, sum teir lukkaðu 29. februar. Og fyri fyrstu ferð í 150 ár varð eingin Bartalsstova

Í summar tóku vit, Ebbe og Jarnhold, fyrstu fetini til at lata handilin upp aftur og 05.novembur kom lív í aftur niðri í Bartalstovu.

Takk fyri sera góðu undirtøkuna, og enn eina ferð gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Við vón um eitt gott samstarv í 2021.

 

Vinarliga heilsan

Starvsfólkini í Bartalsstovu

 

 

Vit hava opið soleiðis á jólum:

21.12.20: 08:00 ??? 20:00                  22.12.20: 08:00 ??? 20:00                  23.12.20: 08:00 ??? 20:00

24.12.20: Stongt                               25.12.20: Stongt                               26.12.20: Stongt

27.12.20: Stongt                               28.12.20: 08:00 ??? 20:00                  29.12.20: 08:00 ??? 20:00

30.12.20: 08:00 ??? 20:00                  31.12.20: 08:00 ??? 12:00                  01.01.21: Stongt

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder