
Takksemi. Tað er orðið, ið rennur mær til hugs, nú eg líti aftur á árið, sum er farið at halla.
Grundlógardag var eg valdur á Fólkating fyri fjórðu ferð. Sambandsflokkurin fekk aftur sæti á Fólkatingi eftir at hava verið úti eitt valskeið. Takk til øll tykkum, sum valdu Sambandsflokkin, og ein serlig tøkk til tykkum, ið valdu meg persónliga.
2019 er eisini árið eg takkaði fyri meg á Føroya Løgtingi, 31 ár eftir, at eg fyrstu ferð var valdur á Løgting í 1988. Eg fegnist stórliga um, at Føroyar eru vorðnar eitt gott og framkomið land, har fólkið trívist og mennist. Tá eg tók við sum løgmaður í 1994, rýmdu føroyingar frá húsi og heimi, og fólkatalið minkaði í stórum. Nú eru vit 52.000 fólk í Føroyum, og fólkatalið bara veksur. Tað er sanniliga nakað vit øll kunnu gleðast um.
Takk til tykkum øll, sum hava latið mær hetta álit og stóru ábyrgd í hendi. Eisini eina stóra tøkk til allar teir politikkarar, sum eg havi samstarvað við hesi árini.
19. september í ár bleiv eg 75 ár. Takk til tykkum øll, sum mintust meg á degnum. Dagurin var hildin saman við familjuni, sum veksur, so hvørt sum árini leggjast afturat.
Vit megna onki einsamøll. Størstu tøkkina eigur Edfríð, mín lívsmaki. Vit eru ríkað við trimum børnum, sjey ommu- og abbabørnum og eisini einum langommu- og langabbabarnið. Sanniliga, eru vit rík! Takk.
Tykkum verða øll ynskt eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár!
Edmund Joensen, Fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald