???Eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð???Evangeliið eftir Lukas kp 2.
Tað hendi tíðliga ein morgun á einari jarnbreytarstøð í Washington har jólavasi var av tí mesta. Uttanfyri var frostklárt vetrarveður og kaldur vindur. Fólk skultraðu sær innan fyri ullintar frakkar og hálsturikløð meðan tey streymaðu eftir gólvinum. Luftin vað tjúk av skundi, og fólk súsaðu fram við hvørjum øðrum fyri at náa tokið, tey skuldu við.
Mitt á jarnbreytarstøðini leitaði ein maður stillisliga fram violinina og byrjaði at spæla. Hann legði violinkassan framman fyri seg á kalda betongólvið í vón um, at tað var onkur, ið dámdi tónleikin. Skjótt streymaðu yndisligir tónar út í ta skundigu mannfjøldina. Hann tulkaði nakrar av teimum stóru klassikarunum. Túsund menniskju gingu framvið, teir 45 minuttirnar tað vardi, men tað vóru bara smápengar, sum komu í violinkassan, og stundir vóru ikki at steðga á. Henda morgun høvdu fólk ikki tíð at hoyra vakurleikan. Einstøk løddu merkið til mannin, tey flestu vóru líkaglað og varnaðust ikki, at fyri eygum teirra var heimsins vakrasti violintónleikur framførdur.
Tá ið hann gavst at spæla var eingin, sum legði merkið til hansara, eingin klappaði, eingin rósti honum. Eingin visti, at tað var heimskendi violinspælarin Joshua Bell, sum spældi henda morgunin. Hann var vanur at spæla fyri fullum húsi við dýrum atgongumerkjum, men í dag var tað ókeypis. Tað var heldur eingin, ið visti, at hansara ljóðføri hevði stórt virði.
Henda lítla søga líkist søguni um Jesus. Hann sá ikki út av nøkrum serligum, var ein lítið virdur timburmanssonur føddur í einum fjósi; hann líktist einum heilt vanligum menniskja í vanligum klæðum, hann át tað, sum øll onnur ótu og hevði kropp sum øll onnur. Eins og við døminum um violinspælaranum Joshua Bell á jarnbreitarstøðini í Washington, sóu fólk ikki, hvør stóð framman fyri teimum. Mong fingu eyga á Jesus, men skiltu ikki, at her var nakað serligt, nakað heilt einastandandi, exceptionelt, nakað sum eingin áður hevði sæð í mannasøguni. Tey vóru meira upptikin av øðrum enn at hoyra hann.
Vit lata okkum heldur ikki so lætt ávirka og sannføra av tí lítla barninum, sum var føtt í einum fjósi í Betlehem fyri 2000 árum síðan. Tað kann vera trupult at síggja, hvønn mun henda føðing hevur gjørt, tí alt í heiminum helt bara fram sum áður. Menniskju sláast og doyggja alla staðni, tað er alsamt hatur og fíggindskapur millum einstaklingar og lond, og mong smá og stór kríggj eru støðugt í heiminum. Við okkara beru eygum er verðin, hvat tí viðvíkur, einki broytt eftir at Jesus var borin í heim. Tá ið hann segði, at hann var komin at bera frið til jarðar, kunnu vit gott seta spurning við, hvussu tað hevur gingið. Tað kann vera trupult at fáa eyga á.
Men trupulleikin er helst hvussu vit síggja. Vit skulu ikki síggja við eygunum og við okkara fornuft, men í staðin eiga vit at lurta við hjartanum. Tá ið Joshua Bell hendan morgunin spældi, mundi hann sjálvur ikki síggja út av tí nógva, annars vildu fólk lagt merki til hann. Hann hevur avgjørt ikki líkst einum musikalsku flogviti. Hann vildi at tað skuldi vera tónleikurin, sum var í miðdeplinum. Tað var vakra spælinum, ið fólkið skuldi vera drigið av.
Jesus sá ikki út av nógvum, men hann vildi at menniskju skuldu hoyra boðskap hansara. Steðgaðu fólk upp og lýddu á hann, so var boðskapur hansara sum hin vakrasti tónleikur, tey kundu hoyra.
Tá ið Jesus gekk í foldum, vóru tað ikki mong, sum sóu hann vera nakað serligt. Sama støðan man vera í dag. Vit hasta avstað sum fólkið á janbreytarstøðini í Washington og skulu náa alt. Tað er skundur og stórar vantanir, handlar skulu vitjast, gávur og klæðir skulu keypast, karrierir skulu røkjast.Serliga hesa longu tíð nú jólini byrja fleiri mánaðir áðrenn jól, er strevið at náa alt.Í øllum spenninginum kunnu vit gerast strongd og gloyma tørvin hjá hvørjum øðrum.
Hvat við at steðga á og lurta við hjartanum, steðga á og vera opin fyri, hvat Guð vil siga. Kanska vilja vit tá hoyra gleðiboðskapin, tey himmalsku løgini, tann yndisliga tónleikin, ið gevur meining, gleði og frið.
John S. Myllhamar týddi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald