Vinna

Gitte Henning skal landa makrel á Tvøroyri

...

2019-12-19 14:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Gitte Henning, sum hevur fiskað makrel í føroyskum sjógvi - eystur av Nólsoyarbankanum, er komin á Tvøroyri við 600 tonsum.

Í løtuni landar Jupiter 750 tons av svartkjafti, tá ið teir eru liðnir, tá sleppir Gitte Henning framat at landa.

Tað at makrelur fæst í føroyskum sjógvi so seint á árinum, er heldur óvanligt, so fiskimenn fegnast um støðuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder