2020-01-05 07:28

Gitte Henning kom á Tvøroyri tíðliga í morgun við 1.300 tonsum av makreli, sum teir landa til Varðan Pelagic, teir byrjaðu at landa kl. 6 í morgun.
Gitte Henning hevur roynt vestur úr Hetlandi, tað er rokfiskiskapur á leiðini, nógv føroysk skip hava verið á somu leið, Gitte Henning gjørdi 3 tov.
Tummas T. er eisini áveg á Tvøroyri, teir hava 1.200 tons, teir verða inni kl. 9 í morgun, Tummas T. landar aftaná Gitte Henning.
Sum vit skilja, so eru Finnur Fríði og Jupiter eisini áveg á Tvøroyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald