2020-04-14 13:00

Gitte Henning landar í dag 700 tons av svartkjafti til Havsbrún, Gitte Henning royndi í ES-sjógvi.
Nógv skip eru sunnast í føroyskum sjógvi og royna eftir svartkjafti, fiskiskapurin plagar at taka seg upp um 10. apríl, men enn hevur tað ikki tikið seg orduliga upp. Men sagt verður, at tað er nógvur svartkjaftur til, so spurningurin er bara, nær hann kemur í føroyskan sjógv.
Har eru nógv russisk, íslendsk, ES og føroysk skip.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald