Vinna

Gitte Henning er áveg til Killybegs við 3.200 tonsum av svartkjafti

...

2020-04-27 13:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Gitte Henning, sum  hevur fiskað í føroyskum sjógvi er áveg til Killybegs við 3.200 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa har. 

Í løtuni landar Høgaberg í Killybegs.

Gitte Henning verður í Killybegs tíðliga í morgin, men teir sleppa ikki framat fyrrenn á middegi í morgin.

Prísurin teir fáa í Killybegs er kr. 2,20, í Íslandi er prísurin kr. 2,00, í Skagen kr. 2,10 og í Føroyum kr. 1,90.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder