2020-03-11 15:25

Gitte Henning er áveg til Hanstholm við 3.000 tonsum av svartkjafti, teir verða inni tíðliga fríggjakvøldið og sleppa framat at lannda beinanvegin teir koma inn, prísurin er kr. 2,26 fyri kilo.
Væntandi verða teir klárir at fara nýggjan túr leygardagin.
Gitte Henning hevur roynt í altjóða sjógvi vestur úr Írlandi.
Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, veðrið er hampuligt, teir høvdu hann undan, so tað gekk skjótt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald