2020-05-13 19:21

Gitte Henning 1 hevur fiskað nógvan svartkjaft í seinastuni, og seinastu tveir túrarnar hjá skipinum hava eisini verið met.
Gitte Henning 1 kom tann 28. apríl til Killybegs í Írlandi við 3242 tonsum av svartkafti, sum teir landaðu, tað er eisini tann størsta lastin ið nakrantíð er landað í Killybegs.
Gitte Henning 1 setti aftur leygardagin nýtt met, tá ið teir komu til Måløy í Norra við 3429 tonsum av svartkjafti, og landaði Gitte Henning stórstu svartkjaftalast sum nakrantíð er landað í Norra, bæði í nøgd og virði.
Lastina seldu skipið úr Gøtu fyri yvir 11 mió. norskar grónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald